Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur Mohr venjari hjá ÍF hetta vikuskifti

John William Joensen

Rúni Petersen, formaður í ÍF sigur at støðan hjá ÍF var komin har til at neyðugt var at skifta leiðsluna og eisini varð neyðugt at gera tað undan NSÍ dystinum

Formaðurin í ÍF hevði ikki so nógva at siga um støðuna uttan at leiðslan í felagnum metti tað verða neyðugt at skifta venjaran í vón um at tað kundi fáa gongd á aftur.
– Vit hava sett Petur Mohr sum venjara og leikarar skilja eisini at tað er neyðugt at allir standa saman um felagið. Dysturin móti NSÍ hevur sera stóran týdning og vóna vit at eitt gott úrslit móti Runavíkingum kemur at venda gogndini.
 
Bert avtalu um hetta vikuskifti
Petur Mohr greiður frá at hann hevur bert sagt ja til at hjálpa ÍF hetta vikuskifti.
– Støðan er tann at teir ringdu til mín í vikuni og greiddu mær frá at teir manglaðu venjara. Eg eri fuglfiringur og havi fyrr veri venjari hjá ÍF og tí segði eg ja til at hjálpa teimum við venjingini hesa vikuna og dystinum móti NSÍ leygardagin.
– Einki annað er avtalað og tí er tað óheppi at lesa og hoyra í fjølmiðlunum at eg skal vera settur venjari hjá ÍF. Avtalan millum okkum gongur bert fram til dystin móti NSÍ.
Petur greiddi frá at teir vóru til venjing gjárakvøldi og allir leikarar vóru við og menn vóru sera uppsettir at fáa eitt gott úrslit móti NSÍ.