(Gult kort við vilja): Petur Reinert, dómari, greiðir frá, hvussu hann upplivdi støðuna í ólavsøkudystinum, tá Tórður Thomsen fekk sítt gula kort við støðuna 4-0.
Petur Reinert greiðir frá, hvussu hann upplivdi støðuna í ólavsøkudystinum, tá Tórður Thomsen fekk sítt gula kort við støðuna 4-0.
Støðan kann síggjast niðanfyri, har Tórur Thomasen við støðuni 4-0 fekk sítt 5. gula kort í ár og sum merkti, at hann hevur leikbann næsta dyst. Petur Reinert var dómari í dystinum og hann helt, at tað var eitt sindur løgin støða við tað, at Tórður bleiv útskiftur beint aftaná.
– Eg síggi at Tórður drálar og floyti so fyri at fáa hann at skunda sær. Tá bakkar hann og gongur so uppaftur fyri at flyta bóltin. Tá gevi eg honum gula kortið. Tað tók hann við einum smíli, og hann skilti gula kortið 100 prosent. Tá hann hevur fingið kortið so sigur hann, at hann skal skiftast út og tað var eitt sindur ”komisk” støða, sigur Petur Reinert við Norðlýsið.
Les eisini:
Fekk sær kortið við vilja (Samrøða við Tórð Thomsen)




