Tað verður meira enn skýmligt á Tórsvøllið tá seinri hálvleikur verður floytaður í gongd, men hettar er eingin trupuleiki sigur FIFA dómari
Veðrið Norðoyastevnuaftan sambært DMI:
Skyet til overskyet, efterhånden med regn. Frisk vind til kuling omkring sydøst, 10 til 15 m/s, der afterhånden aftager lidt, og temp. omkring 10 grader.
Í annaðkvøld kl. 19:45 byrjar søguligi dysturin millum heimsmeistararnir úr Italiu og Føroyar á Tórsvølli.
At dysturin er so seint leygarkvøld er serliga orðsaka av italienskum sjónvarps áhugamálum.
Teir vilja hava dystin í bestu senditíð – men hetta hevur fingið fleiri at ivast í um umstøðurnar vera optimalar á Tórsvølli.
Tað er eingin loyna at føroysku grasvallirnir eru sera illa fyri hesa tíðina á árinum, so teir í sær sjálvum fara at syrgja fyri at tað næstan verður ógjørligt hjá heimsstjørnunum at spæla (hæl og tå) fótbólt.
Men júst tað at dysturin verður spældur so seint á kvøldi hesa árstíðina ger at veðrið kann fara at gerast ein avgerandi partur – eru tað fleiri sum halda.
Um veðrið verður – sum danska veðurstovan sigur, so verður yvirskíggja og møguliga regn – og hetta fer at gera at tá komið verður út í seinra hálvleik verður meira enn skýmligt á Tórsvølli.
Tórsvøllur hevur ongar ljósmastrar og tí fer at gerast myrkar og myrkari sum dysturin líður.
Dómarin fer neyvan at avlýsa
Tað eru ongar greiðar reglir um hvussu ljós viðurskiftini skulu vera tá spælt verður, – tað er alt upp til dómaran at taka avgerð um.
Petur Reinert, sum er einasti føroyski FIFA dómarin, sigur at eingir trupuleikar skuldu verið at spælt á Tórsvølli.
– Um ljósið verður sum tað var í Leirvík mikukvøldið um 21 tíðina, so dugi eg ikki síggja nakrar trupuleikar at spæla.
– Eg trýgvi ikki at møguligt hevði verið at spælt dystin um somu tíð – uttan ljós – í miðevropa, men her hjá okkum skuldi ikki verði nakar trupuleiki.
– Tó skal sigast at tað er upp til tann einstaka dómaran og vit vita jú ikki hvussu hann reagerar tá hann kemur á vøllin – skuldi veðrið verið av tí vánaligasta. Um tað tá er sera skýmligt og nógv regn og hann sær at eingi ljós eru á stadion so er sjálvandi altíð ein møguleiki í at hann fer at ivast um dysturin skal floytast í gongd ella ikki.
– Í samband við altjóða dystir er altíð ein umboðsmaður frá UEFA við og hann og dómarin tosað saman áðrenn ein avgerð verður tikin.
– Men mín meingin er at eingir trupuleikar verða at fáa dystin spældan.
Alt talar til fyrimuns fyri okkum.
Petur Reinert, FIFA dómari, heldur at veðrið og umstøðurnar á Tórsvølli fara óivað at vera til fyrimuns fyri okkum.
– Eg trúgvi at øll frávik fara at verað ein fyri munur fyri okkum. Sum veðrið er hjá okkum í løtuni verður neyvan tað góða fótbóltsspælið at síggja á Tórsvølli og tað kann koma okkum til góðar.
Sjónvarpið heldur ongar trupuleikar
At eingi ljós eru á Tórsvølli er heldur ikki nakar trupuleiki hjá sjónvarpinum – sum skal taka dystin upp fyri m.a. italienskt sjónvarp.
– Upptøkutólini hjá sjónvarpinum eru sera ljósfølsom so um tað møguliga verður eitt sindur skýmligt verður eingin trupuleiki fyri okkum, var sagt úr sjónvarpinum.




