Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

P/F KÍ-fótbóltur verður nú verðuleiki

John William Joensen

1. januar 2004 verður KÍ-Fótbóltur sett á stovn og við hesum verður Klaksvíkar Ítróttarfelag bítt í ein "amatørpart" og ein "professionellan part".

Seinastu tíðina hevur KÍ arbeitt við ætlan um, at stovnseta P/F KÍ- Fótbóltur.
Bill Mcleod Jacobsen, dagligur leiðari hjá KÍ, sigur at endamálið við hesum er at reka flaggskip felagsins – 1 deild hjá monnum – á einum meiri professionellum grundarlagi.
– Pengafótbóltur, altjóða reglar og krøv, umframt nógv herda kappingin um at vera í fremstu røð hava skundað undir hetta arbeiði.
– Vit meta, at ein partafelagsloysn hevur fleiri fyrimunir, sum KÍ kann njóta gott av.
– Felagið KÍ vil formliga blíva býtt í ein “amatørpart” og ein “professionellan part”.
– 1. deild er ein somikið stórur partur av rakstri felagsins, at tað er nóg mikið hjá eini nevnd og leiðara bara at taka sær av hesum partinum. Harumframt verður tað rudduligari hjá sponsorum og øðrum stuðlum at vita, hvat ávíst endamál teirra stuðul er farin til. 
 
KÍ framvegis ein eind
Dagligi leiðarin hjá Kí sigur víðari at teir meta tað hava avgerðandi týdning at felagið tó framvegis er ein eind og ikki  verður sundurdeild í tvey feløg.
– Hetta kan bara tryggjast við at Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur tryggjaðan meiriluta á aðalfundi hjá  P/F KÍ- Fótbólti. Á tann hátt verður 1. deild eisini í framtíðini partur av KÍ og tí eisini partur av Klaksvíkini og Norðoyggjum.
 
Brynjað seg til framtíðina
Bill Mcleod sigur at tað hevur alstóran týdnind at KÍ eisini í framtíðini megnar at taka av stórum avbjóðinum.
– Krøvini til felagið eru stór, nú tað næsta ár fyllir 100. Tað er ongin loyna, at KÍ eins og flest onnur fótbóltsfeløg, koyrir tungt fíggjarliga. Okkara vón er, at tað við slíkum nýggjum átøkum sum eini P/F-loysn fer at gera tað møguligt at styrkja alt felagið til stóru ítróttarligu avbjóðingar, ið standa fyri framman. Vit hava besta leikaratilfarið í landinum, eitt gott umhvørvi fyri børn og vaksin, frálíkar venjarar og leiðarar í flest øllum deildum, og við hesum átakinum koma vit at standa okkum enn betur í kappingini um heiðurskrúnurnar í fremstu deildini.

Øll kunnu gerast partaeigarar
Endamálið við at stovna partafelag er sum sagt at gerast betur, og at meiri gjøgnumskygni fæst í raksturin av felagnum.
– Øll vit mongu sum ynskja at stuðla KÍ, stendur nú í boði at keypa partabræv/partabrøv í P/F KÍ-fótbóltur, og harvið eiga part í felagnum, og á tann hátt gera sína ávirkan galdandi.

1. januar 2004
P/F KÍ-fótbóltur verður sum sagt sett á stovn 1. januar 2004 um undir tøka er millum fólk.
– Vit vilja gjarna frætta hvat fólk halda og hugsa um hesa ætlan. Umráðandi er at hon fær so breiða undirtøku sum gjørligt, og um alt gongur eftir ætlan verður kalla inn til til stovnandi aðalfund tann  1. januar 2004 og sostatt kann flaggskip felagsins fara inn í spennandi føðingardagsárið sum P/F KÍ- Fótbóltur, sigur Bill Mcleod Jacobsen at enda í samrøðu við Norðlýsi týskvøldið.