Tað eru teir báðir, Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen, ið eru høvuðspartaeigarar í Maru Seafood, ið nú saman við øðrum rekur fýra ymisk fiskavirkir í Føroyum.
Eitt av virkjunum í samtakinum er Eystís í Klaksvík, fyrrv. Sammut, har vit hitta stjóran Jóhan Páll Joensen á skrivstovuni.
Jóhan Páll sigur, at samtakið hevur havt eitt gott ár í fjør. Virkini hjá samtakinum vóru í 2002 Eystís í Klaksvík, sum Maru Seafood eigur saman við Dáva Joensen, Norðís á Eiði, har eitt felag av Eiði eisini eigur ein part og Vestís í Sørvági, sum Vesturvón eisini eigur í.
Afturat hesum trimum rakstrarstøðunum er síðani komið Suðurís í Hvalba,Sum Maru Seafood eigur saman við einum íløgufelag í Hvalba, ið er farið í gongd í ár eftir at tað varð keypt í fjør og umvælt og nýmótansgjørt.
10-12000 tons
Víðari sigur Jóhan Páll Joensen at roknað verður við, at um alt gongur eftir ætlan, so fara øll fýra virkini at taka ímóti umleið 10-12000.
Tá talan er um arbeiðispláss, so arbeiða umleið 120 til 130 fólk í konsernini.
Fimm fólk arbeiða hjá móðurfelagnum, Maru Seafood og hava tey søluna av fiskaúrdráttunum hjá teim fýra virkjunum um hendir og eisini standa hesi fólkini í stóran mun fyri innkeypi og yvirordnaðu fíggjarstýringini av virkjunum, Maru Seafood er eisini eitt fíggingarfelag. Á Norðís arbeiða um 50 fólk og tað sama á Suðurís, ímeðan 12 fólk arbeiða á Vestís og tað sama á Eystís.
Eystís
Sum sagt frammanundan, so er Eystís fyrrverandi Sammut og liggur sum kunnugt úti á Skarðhamri.
Í fjør arbeiddi virkið umleið 1400 tons av saltfiski og tað er hesa framleiðslu, ið virkið hevur spesialiserað seg í burturav.
Umframt at framleiða saltfisk úr toski, hevur virkið í fjør viðgjørt nakað av upsa og longu.
So gott sum allur fiskurin verður flaktur við maskinu á Eystís og er hetta vanlig saltfiskaframleiðsla, sum vit kenna frá aðrastaðni í Føroyum.
Annars er saltfiskaframleiðslan broytt fyri mongum árum síðani, við tað, at fiskurin ikki longur verður rivin um og hann verður heldur ikki stakkaður upp á gamla máta, men saltaður í minni kør, soleiðis at fiskurin ikki verður trýstur so nógv saman sum vanligt var fyrr. Hetta ger, at saltfiskurin, sum nú fer av landinum er bleytari og fyllir meira enn hann gjørdi áður.
Brúka uppboðssøluna
Jóhan Páll Joensen sigur, at øll fýra virkini keypa fisk inn saman og er hetta ein fyrimunur tá talan er um heilar lastir, ið vera keyptar.
Hinvegin er fyrimunurin í hesum við at blíva burtur, við tað at tað gongur alt meira og meira á tað borðið at ein kann keypa júst tann fisk ein hevur brúk fyri á uppboðssøluni.
Fjøltáttað útboð
Orsakað av at vit hava fýra ymisk virki í samtakinum, har summi hava specialiserað seg á ymiskum økjum, kann Maru Seafood bjóða ymiskar fiskaúrdráttir til fiskakeyparar.
Eystís framleiðir sum sagt saltfisk eins og Vestís í Sørvági, meðan virkið á Eiði, Norðís mest arbeiðir við hýsu og upsa, ið verður fryst og roykt. Suðurís í Hvalba arbeiðir mest við feskum fiskaúrdráttum og frystum. Virkið framleiðir mest úr kongafiski, svartkalva og upsa.
115 milliónir
í umsetningi
P/F Maru Seafood samtakið hevði ein umsetning uppá umleið 115 milliónir í fjør. Tá skal takast við, at virkið í Hvalba ikki var við í framleiðsluni í fjør, so Jóhan Páll Joensen roknar við, at um alt gongur sum tað skal, so verður umsetningurin hjá felagnum helst einar 200 milliónir í 2003.
Uppá fyrispurning okkara um samtakið, nú tað hevur eitt virki í hvørjum endanum á landinum, ikki manglar eitt virki í miðøkinum, sigur Jóhan Páll, at tað eru ongar ætlanir um.
Vit hava gjørt íløgur har vit hava mett umstøðurnar at verið bestar, til at arbeiða fisk. Ikki minst hevur tørvurin á arbeiðismegi verið inni í myndini, tá ið vit eru farnir inn í at reka eitt virki.
Marknaðirnir
Tá vit spyrja um hvaðar framleiðslan hjá virkinum verður seld, sigur Jóhan Páll Joensen, at marknaðirnir, sum Maru Seafood arbeiðir á eru í USA, har hýsuúrdráttir fyri tað mesta vera seldir, eins og hýsa eisini verður seld til Onglands. Í fraklandi verður mest arbeitt við upsa, kongafiski og svartkalva ímeðan saltfiskurin fer til Spania. Vit framleiða sum sagt nógvar ymiskar fiskaúrdráttir og hetta hevur við sær, at samtakið hevur fleiri ymisk bein at standa á tá ið um sølu ræður og hetta meta vit vera ein styrki hjá samtakinum.
Rakstrarliga vóru vit nøgdir við árið í fjør og vit seta sjálvandi nøsina upp eftir einum enn betri úrsliti í hesum árinum, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á Maru Seafood at enda við Norðlýsið.




