Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

P/F Næraberg keypt nótaskip

Jákup Ósá

Reiðarin Hanus Hansen váttar, at P/F Næraberg hevur keypt nótaskip úr Danmark.

Reiðarin Hanus Hansen váttar, at P/F Næraberg hevur keypt nótaskip úr Danmark.

Talan er um nótaskipið Ruth, sum er keyptur frá danska reiðarínum Ruth A/S í Hirtshals í Danmark. Skipið er bygt í 2003, tekur 2017 tons, er 68,8 metur langt og 13,8 metur breitt. Væntandi yvirtekur P/F Næraberg skipið longu í næstu viku sambært Hanus Hansen.

– Vit undirskrivaðu keypið í Hirtshals mánadagin. Skipið kemur ístaðin fyri Slættaberg, tekur 600 tons meir og gevur okkum betri møguleikar. Ætlanin er at fiska makrel, svartkjaft og sild umframt ídnaðarfisk í Norðsjónum, sigur Hanus Hansen, reiðari, við Norðlýsið. Hann væntar, at skipið verður í Føroyum í næstu viku. Tá skal ymiskt gerast við skipið áðrenn farið verður til fiskiskap.

Við hesum skipinum vera 12 mans og skipari verður Leon Petersen.