Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

P/F Skálafjarðartunnilin stovnaður

Oliver Joensen

Kaupthing Virðisbrævameklarafelag og F’øroya Lívstrygging hava stovnað P/F Skálafjarðartunnilin.


Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F og Føroya Lívstrygging hava stovnað P/F Skálafjarðartunnilin. Felagið varð stovnað hóskvøldið 16. februar 2006.
 
Endamálið við felagnum er at gera neyðugu forkanningarnar og forprojektið til undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina og tvørtur um Skálafjørðin, soleiðis at felagið kann søkja um endaligt loyvi at fara undir verkætlanina. Forkanningar og forprojekt verða gjørd í tøttum samskifti við Landsverk og Vinnumálaráðið.
 
Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F og Føroya Lívstrygging eiga hvør sína helvt í P/F Skálafjarðartunlinum.
 
Í nevndina eru vald: Bergur í Garði, nevndarformaður í P/F Norðoyatunlinum, Malena Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu, Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, Martin Heinesen, jarðfrøðingur og Ingi Højgaard, sakførari, sum samstundis er valdur til nevndarformann.
 
Kristian Petersen, stjóri í Notio, er settur sum fyribils stjóri í P/F Skálafjarðartunlinum. Tá ið felagið hevur fingið loyvi til at fara undir sjálva verkætlanina, verður farið at leita eftir einum stjóra við røttu teknisku førleikunum.
 
P/F Skálafjarðartunnilin fer í næstum undir jarðfrøðiligar kanningar, sum verða gjørdar í samráð við Vinnumálaráðið.
 
Væntandi verður eitt forprojekt liðugt komandi summar, og tá fer felagið at søkja um endaligt loyvi til at fara undir sjálva tunnilsverkætlanina.
 P/F Skálafjarðartunnilin er grundaður á eina avtalu, sum Kaupthing Virðisbrævameklarafelag P/F hevur gjørt við Sjóvar, Nes og Runavíkar kommunur umframt við arbeiðsbólkin, sum hevur staðið fyri teimum flestu innleiðandi fyrireikingunum higartil. Hesir partar fara eisini frameftir at luttaka aktivt í arbeiðinum.