Hans Arne Bertholdsen sigur at Phønixmálilið vísir at tørvur er á greiðum manna gongdum í samband við býráðsarbeiði
Hans Arne Bertholdsen sat ikki í býráðnum tá avgjørt av at seta pening í týska íløgufelagið Phønix, men hann er ikki samdur við varaborgarstjóranum at ábyrgdin skal plaserast hjá grannskoðaranum.
– Eg má siga sum er at enn einaferð vísir varaborgarstjórin síni kynstur í fjølmiðlunum. Hetta kanska tí at hann ikki hevur rygg ella dirvið til at fara inn í kjarnuna í málinum.
– Býráðsfundurin endaði kl. 21 í gjárkvøldið og longu kl. 8 í morgun er varaborgarstjórin í fjølmiðlunum og fortelur øllum føroyingum at hann er einasti býráðslimur sum torir at gera nakað við Phønixmálið.
Ábyrgdin er politisk
Hans Arne Bertholdsen sigur at ábyrgdin fyri Phønixmálið er politiskt og tí er skeivt at leggja eftir einum ráðgevara.
– Grannskoðarin hjá kommununi er í mínari verð ein ráðgevari/eftirlit og tað slepst ikki undan at evsta ábyrgdin liggur hjá borgarstjóranum.
– Eg eri samdur í tí at feilir eiga at fáa fylgir men tað er umráðandi at ábyrgdin verður plasera á røttum stað.
– Um býráðið ætlaði at gera nakað við málið so átti man at fari eftir borgarstjóranum sum jú alment tók fulla ábyrgd av málinum.
– Her átti býráðið at havt rygg til at handlað meðan málið var aktuelt, men tað valdi man av ókendum orðsøkum ikki at gera og tí er tað óskiljandi hví varaborgarstjórin nú skal draga málið fram aftur.
– Hetta er sera óseriøst og meti eg Phønixmálið at vera avgreitt.




