“Tað má ongantíð gerast dagligt, at vit fordøma yvirgang, fara til minningarhald og halda ein minutt í tøgn fyri ofrum. Nú má vera nóg mikið.” Tað segði Pia Kjærsgaard, fólkatingsformaður í eini talu við belgisku ambassaduna í Keypmannahavn í dag.
“Einaferð koma vit til tað punktið, har sjálvt opin og frí samfeløg mugu siga, at nú er nóg mikið. Samhugað hjá teimum sum stóðu aftanfyri álopini í Paris og Brússel, skulu missa rættin til teirra virksemi,” segði hon.
“Prædikumenn, ið standa aftanfyri teirra heilavasking og radikalisering, skulu missa ávirkan, annars tapa vit,” segði Pia Kjærsgaard.
Álopini í Brússel týsdagin hava higartil kostað minst 31 fólkum lívið og umleið 300 eru særd.




