Pílarnir peika rætta vegin. Fólkatalið veksur og inntøkurnar vaksa. Vinnulívið er í serflokki, og skapandi kreftirnar á trivnaðar- og mentanarøkinum gera Klaksvík til ein livandi stað, ið við síni atdráttarmegi leggur grundarlag fyri jaligu pílunum.
Pílarnir peika rætta vegin. Fólkatalið veksur og inntøkurnar vaksa. Vinnulívið er í serflokki, og skapandi kreftirnar á trivnaðar- og mentanarøkinum gera Klaksvík til ein livandi stað, ið við síni atdráttarmegi leggur grundarlag fyri jaligu pílunum.
Staðfestast kann, at vøksturin í fólkatalinum heldur áfram. 31. desember vóru 4.890 íbúgvar í kommununi samanborið við 4.867 sama tíðarskeið í 2012.
Fíggjarliga royndist árið væl, og er hetta 5. árið á rað, har inntøkurnar hava verið vaksandi. Inntøkurnar gjørdust 167 mió. kr., sum er 10,4 mió.kr. meira enn mett í fíggjarætlanini. Okkara mál er, at vit skulu hava fíggjarligt varsemi, og tí valdu vit ikki at endurskoða fíggjarætlanina í september, sum siður ofta hevur verið undanfarin ár.
Skuldin var við ársbyrjan 145,6 mió.kr. og við ársenda 155,1 mió.kr. Sostatt eru lánini hækkað 9,4 mió.kr. Býráðið samtykti at seta 5 mió. kr. til avdráttir, og í árinum eru 5,3 mió.kr. farnar til avdráttir. Eykajáttanin í samband við yvirtøku av ítróttarhallunum gjørdi, at kommunan tók 14,8 mió.kr. í láni, og tað er orsøkin til, at skuldin er hækkað við 9,4 mió. kr.
Rakstur
Nakrar rationaliseringar vórðu settar út í kortið í 2013. Eitt nú varð valt at bjóða tryggingarnar út, og verður sparingin av hesum nakrar 100 tkr. árliga. Harafturat eru eisini nakrar samstarvsavtalur gjørdar við hinar kommunurnar í Norðoyggjum, ið gera, at raksturin verður betur gagnnýttur.
Eisini hevur býráðið raðfest, at Klaksvíkar Kommuna skal gerast reinari og bíligari at reka í framtíðini. Tí er samtykt, at skúlarnir, ítróttarhallirnar og svimjihøllin skulu hitast upp við einari sjóhitaskipan. Hetta fer at geva eina árliga sparing á millum kr. 600-900.000. Harafturat er eisini semja um, at allir bygningarnir í nýggja miðbýnum skulu hitast við somu skipan.
Í fleiri ár hevur verið tungt at selt grundstykkir, ið kommunan eigur. Hetta setti býráðið sær fyri at rætta uppá. Nýggj mannagongd bleiv sett í verk, ið ger tað lættari hjá teimum, ið veruliga hava brúk fyri einum grundstykki, at ogna sær eitt. Hetta hevur víst seg at eydnast væl, tí hetta hevur sett gongd á grundstykkjasøluna.
Býráðið hevur brúkt hetta árið til at arbeiða miðvíst við at tilrættaleggja nøkur høvuðspunkt, ið fara at broyta okkara kommunu týðandi. Tað er at fáa gongd á Skúlan á Ziskatrøð, geva lætta til barnafamiljurnar, fjøltátta bústaðarmøguleikarnar, víðka karmarnar til vinnuna, og at seta í verk eina bussleið.
Hetta eru mál, ið eftir ætlan skulu síggja dagsins ljós í komandi ári.
Árið 2013 hevði fleiri spennandi avbjóðingar við sær. Enn einaferð eydnaðist tað at fáa framgongd í talið av ferðamannaskipum. 9 ferðamannaskip valdu at leggja leiðina framvið Klaksvík og Norðhavnina í mun til 5 skip í 2012.
Av øðrum virksemi, har kommunan hevur sín leiklut, kann nevnast, at sjøtul varð settur á íbúðirnar á Brekku, sum Almannaráðið stendur fyri at útinna.
Íløgur
Í upprunaætlanini vóru 35,7 mió.kr. settar av til íløgur, men í árinum vóru eykajáttanir og framflytingar gjørdar fyri 20,1 mió.kr., og av hesum hava 14,8 mió.kr. samband við yvirtøku av KÍ-høllini og Badmintonhøllini. Samlaða íløgujáttanin gjørdist sostatt 56,6 mió.kr., og brúktar vórðu 55,1 mió.kr.
Stórsta íløguarbeiðið var Heimið við Vágna, sum varð tikið í nýtslu í november 2013. Talan er um verkætlan, sum er framd yvir 3 ár, og sum kostaði tilsamans 56,0 mió. kr. at fremja. Vert er at leggja til merkis, at játtanin til hesa stóru verkætlan helt.
Av øðrum smærri íløgum kann nevnast útvegan av kalliskipan og liðugtgerð av kjallaranum í Sambýlinum á Heygum, arbeiðið upp á spæliplássið kring frítíðarskúlan varð gjørt liðugt, og ymisk smá arbeiðir vórðu gjørd í báðum skúlunum.
Býráðið hevur valt at raðfesta karmarnar í svimjihøllini. Verandi hølir, har umklæðing og móttøku vóru, eru tikin niður, og nýggjur, størri bygningur við fleiri hentleikum skal byggjast. Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er 10 mió.kr., og verður svimjihøllin eftir ætlan klár at taka í nýtslu 1. juli komandi ár.
Býráðið hevur valt at raðfesta arbeiðir, ið ikki eru gjørd liðug. Peningur er brúktur til at dagføra Íverksetarahúsið og arbeiðir í samband við útstykkingar á Norðoyri, Niðan Horn, Reyðhúsvegi og á Hjalla.
Millum arbeiðini, sum steðgaðu upp í 2008, vóru nýgerð av drekkivatns- og gøtuljósarbeiðum. Kommunan setti av tilsamans 300 tkr. til endamálið, og varð peningurin nýttur til vatnleiðingsarbeiði í miðbýnum, Nólsoyar Páls gøtu og Víkaveg. Arbeitt var við nýggjum gøtuljósum á Norðoyri og við Stangaskákið.
Spillivatnsarbeiðið gekk sum ætlað, og eru 9,2 mió.kr. brúktar. Arbeitt er á hesum strekkjum: Biskupsstøð, Víkavegi, Grótbrekku, Stoksoyravegi, Uppsalagøtu, Rættargøtu, Nólsoyar Páls gøtu og Kommunubrekku.
Í 2012 samtykti býráðið at seta pening av til at leingja umvælingarbryggjuna við Klaksvíkar Sleipistøð. Arbeiðið er mett at kosta 6,7 mió. kr. og verður liðugt í 2014.
Brúktar vórðu 4,1 mió.kr. í 2013, og saman við íløguni í 2012 vanta 1,5 mió. kr. til liðugtgerðina. Henda upphædd er sett av í 2014.
Samanumtikið er eitt hendingaríkt ár farið aftur um bak, og kunnu vit fegnast um, at stórar og neyðugar íløgur eru gjørdar, og nógvur aktivitetur hevur verið í kommununi. Harafturat hava vit megnað at økja innistandandi við 2,2 mió.kr.
Jógvan Skorheim borgarstjóri
ROKNSKAPUR BÝRÁÐSINS 2013 – FRÁGREIÐING BORGARSTJÓRANS




