Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pínligt tap hjá KÍ á ólavsøku

Jákup Ósá

KÍ tapti uppiborið móti HB á ólavsøkuframmanfyri fleiri túsund áskoðarum í einum dysti, sum als ikkilivdi upp til vónirnar, sum undan dystinum vóru settar.

KÍ kom á odda 1-0 við máli fráPáll A. Klettskarð í 20. minutti. Hetta var kanska eisini ísamsvar við leikgongdina. Men leiðslan helt ikki leingi, so hevðiØssur Dalbúð javnað fyri HB. Í seinna hálvleiki byrjaði HBnógv betri og tað var bara spurningur um tíð, áðrenn heimaliðiðfekk mál. Tað kom í 58. minutti, tá Ári M. Jónsson kom ígjøgnumí vinstru síðu og legði innfyri, har Adrian Justinussen skoraðitil 2-1. Hetta var endaliga úrslitið.

Sum heild var talan um ein minni vælleiktan dyst. HB liðið stríddist væl eins og væntað, meðan KÍliðið var merkiliga illa upplagt. Spælið hekk als ikki saman ogsigurin hjá HB var uppiborin, tí heimaliðið legði nógv meirfyri at fáa sigurin heim. Hjá KÍ var talan um næsta tapið ílandskappingini í ár og báðar ferðir hevur tað verið ímótieinum høvuðsstaðarfelagi. Hesaferð kendist tapið nógv verri ennímóti B36, tí til ein slíkan dyst frammanfyri so mongum áskoðarumskyldar KÍ liðið, at avrika ein nógv betri innsats, enn vit sóuhesaferð. Eftir eina brúkiliga byrjan kom KÍ ongantíð inn ídystin og HB hevði sum heild fult tamarhald á dystinum allan seinnahálvleik burtursæð frá tveimum støðum, tá Páll A. Klettskarðog Jákup B. Andreasen vóru nær við at skora.

KÍ liggur framvegis á 2. plássi íEffodeildini. KÍ hevur 32 stig fyri 16 dystir. Víkingur er á oddavið 35 stigum og munandi betri málmuni enn KÍ.