Føroya Sjómannadagur endar við undirhaldi og felagssangi. Kendu føroysku skemtararnir, Sjúrður Skaale og Jákup Vejhe trýna á pallin úti í gomlu Klaksvíkini kl. 19 og aftaná stjórna Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen felagssangin í stóra tjaldinum

19.00
Pipar & Salt á bryggjuni.
Jákup Vejhe og Sjúrður Skaale, sum serliga eru kendir frá sjónvarpsrøðini ”Pipar & Salt” at undirhalda.
19:30
Felagssangur í stóra Tjaldinum
Aftur í ár skipa Hans Hjalti Skaale og Hóraldur Joensen fyri vælumtókta felagssanginum við sjómansvísum á Sjómannadegnum. Føroyingar dáma væl at syngja, og nógvir eru sjómansangirnir. Hans Andrias Djurhuus og Mikkjal á Ryggi yrkja um gomlu tíðina og Harry Birtilíð hevur yrkt nakrar av best kendu sjómansvísunum har øll kunnu syngja við. Eisini er onkur nýggjari sangur, og eisini verður onkur svensk sjómansvísa sungin. Ein hugnaligur endi á Sjómannadegnum