Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

PISA og Miðnám

Oliver Joensen

At broyta hugburð er ikki ein spurningur um pengar, men skal fólkaskúlin betrast krevur tað heilt víst eisini meiri pening, skrivar Eyðgunn Samuelsen millum annað

KELDA: www.john.fo







Nógv er skrivað og sagt síðan Pisa-kanningin var almennakunngjørd og er hetta tjak eitt av teimum góðu úrslitunum ið kanningin hevur viðført.



Útfrá mínum royndum sum undirvísari í yrkisútbúgvingunum og HT útbúgvingini í 17 ár fari eg at koma inn á nakrar hugleiðingar um hvussu skapast kann ein betur samanhangur ímillum fólkaskúla og miðnám.



Tosað verður nógv um hugburð og disiplin, men um hetta loysir fleiri trupuleikar enn tað skapar, veldst um hvussu ein tulkar hesi hugtøk. Eitt, ið er av alstórum týdningi, er at hyggja at, hvat fyri førleikar ið ein miðnámsútbúgving krevur.



Við visión 2015 hevur landstýri sett sum mál, at øll ung skulu antin hava eina yrkisútbúgving ella eina miðnámsútbúgving. Tí má skúlin eisini arbeiða við at náa hesum málið. Eitt sum nógv ikki eru varug við, er at krøvini í dag til næmingarnar í eini yrkisútbúgving og eini miðnámsútbúgving eru so lík, at lesiveikir næmingar ikki eru førðir fyri at nema sær eina yrkisútbúgving. Tí vera alt fleiri næmingar, ið søkja inn á eina yrkisútbúgving ikki upptiknir og hava síðan ongan møguleika í okkara skúlaverki í dag.



Krøvini til næmingarnar í eini miðnámsútbúgving/yrkisútbúgving eru:

· eitt ávíst fakligt grundstøði

· at teir duga at hugsa og arbeiða sjálvstøðugt

· at teir hava hugflog, duga at finna og fyrihalda seg til nógva ymiska vitan

· at teir duga at samanflætta vitan frá fleiri lærugreinum og nýta hana í nógvum ymiskum samanhangum

· at teir hava ein arbeiðshugburð



Hesir førleikar eru í stóran mun teir somu førleikar ið bæði almenna og privata vinnan krevur í einum nýmótans samfelag.



Skulu hesi mál náast so eri eg vís í at tey ikki verða rokkin við tí disiplin, ið vit kenna frá gamlari tíð av, sum bert leggur dent á at duga at tiga og gera sum tú fær boð um. Hugflog og sjálvstøðug hugsan verður ikki ment á henda hátt. Men vera tey ungu lærd upp við at krøv vera sett til tey, og at tað hevur avleiðingar um ein ikki lúkar krøvini, so eru vit á rættari kós.



Somuleiðis má hugburðurin til skúlaarbeiðið stimbrast og tað verður hann, um tað er stuttligt og spennandi at læra. Harnæst hevur tað stóran týdning at næmingarnir vera eftirmettir, til dømis tá ið teir hava arbeitt við eini verkætlan, og at úrslitini vera brúkt til nakað. Kennið, bæði av egnum royndum og frá øðrum foreldrum, at børnini arbeiða við lív og sál í eini verkætlannarviku men fáa lítla og onga eftirmeting av teirra arbeiði. Er hetta rætt, so má tað minka um arbeiðshugin næstu ferð.



Ein annar trupuleiki í samband við hugburð er, at tað onkusvegna er "ócool" at vera "nørdur" millum næmingarnar sjálvar, so teir næmingar ið hava hug at arbeiða í skúlanum gera tað ikki, tí teir vilja ikki vera nevndir nørdar. Henda hugburð má tað setast inn fyri at broyta.

Sjálvt um Pisa kanningin vísir, at tað sosiala virkar væl innan skúlans gátt, so er tað ikki ókent á miðnámsskúlunum at ein bólkur av næmingum eru so bundin at teldutøknini, at tað er trupult hjá teimum at samskifta og samstarva við onnur, í tann mun ið er neyðugt, um tey skulu megna at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving.



Eisini fyri samfelagi sum heild hevur tað stóra týdning at børnini vera uppald við felagsskapinum í huga, at tey vita at tey eru partur av eini heild og ikki bara einkultindividir, ið eru heilt leys av øllum øðrum. Vit læra rættuliga nógv í felag við onnur, umframt at tjak ella samrøða er ein læring í sær sjálvum so er eisini tað innlit í vitan og royndir hjá øðrum menniskjum ið kann fáast gjøgnum dialogin, ein týdningarmikil partur av okkara menning.



At broyta hugburð er ikki ein spurningur um pengar, men skal fólkaskúlin betrast krevur tað heilt víst eisini meiri pening. Pening til eftirútbúgving av lærarum, ið hevur verið forsømd í nógv ár, pening til at styrkja leiðslunnar við og ikki minst pening til útgerð, serliga til at hava nýggjastu tøknina atkomiliga fyri allar næmingar, er neyðugt um vit skulu hava ein góðan skúla í framtíðini.



Eyðgunn Samuelsen