Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pison – aftur navn á línubáti í Klaksvík

Oliver Joensen

Teir tríggir, Hans Jákup Vitales, Símun Michael Zachariassen og Petur Gilbert Gullaksen komu á Klaksvík ídag við “nýggjum” Pison, tað er gamli Hoyvíkingur.

 Pison er ein sera snotuligur og vælútgjørdur línubátur. Skipið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju í 1961, men bleiv totalt renoverað í 2006. Alt skipið sum tað var, varð gjøgnumgingið, maskinan varð eisini nýggj tá, men høvuðsmaskinan, sum stendur í skipinum ídag er frá 2010.

Sagt varð umborð, at tá skipið var renoverað í 2006, var mest sum bara kjølurin og spantir eftir av gamla Hoyvíkingi.

Og tað sæst umborð. Nógv er gjørt fyri trivnaðin hjá manningini umborð. Uppihaldsrúmini eru sera snotulig og rúmlig, og tað sama er galdandi fyri manningarrúmini.

Fyri okkum í Norðoyggjum er tað sera hugaligt at síggja, at áræði er í monnum framhaldandi eisini at troyta línufiskiskapin, hóast tíðin hevur verið sera døpur hjá hesi vinnuni í seinastuni. Gongdin fær valla verið onnur enn at tað fer at ljósnað hjá línuskipunum og útróðrinum.

Tá ið vit spurdu um, hví skipið hevði fingið navnið Pison, so var svarið at tað var av tilvild, tó segði Petur Gilbert Gullaksen okkum, at Pison var skúlaskipið hjá sær.

Vit ynskja Petur Gilberti, Galla og Hans Jákup hjartaliga tillukku við skipinum.

Sum sæst á myndunum, so fór móttøkan ikki aftur við borðinum hjá borgarstjóranum. Jógvan Skorheim, dótturin og Jóannes Skorheim vóru umborð við góðynskjum.