Eftir at hava ligið á Klaksvík, har ymsar umvælingar eru gjørdar á skipið, fer Pison aftur til fiskiskap um vikuskiftið.
Thorleif Sigurðsson, reiðari á Pison, Kvikki og Fiskimúla sigur, at ymiskt viðlíkahald hevur verið gjørt á Pison í summar. Eisini hava vit broytt lastina soleiðis at øll lastin nú er "kassalast". Frammanundan var bert partur av lastini gjørt til kassar, men nú er so øll lastin kassalast.
Við fiskiskapinum hjá Pison hevur árið í tonsum roynst væl. Pison hevur fiskað nærum tað sama í tonsum, higartil í ár, sum um somu tíð í fjør, men orsakað av at prírirnir hava verið lægri hevur úrtøkan verið lakari, men vit skulu ikki klaga um gongdina.
Kvikkur, sum Thorleif Sigurðsson eisini er reiðari á, hevur verið til fiskiskap alt summar. Hann var á Klaksvík í vikuni og legði veiðuna upp og fer eisini útaftur nú.
Fiskimúli liggur í Hirtshals har umfatandi umbygging verður gjørd á bátin, soleiðis at hann verður yvirdekkaður, messa, lugar og annað verður gjørt av nýggjum og umstøðurnar hjá manningini vera munandi betraðar, bæði á arbeiðisdekkinum og uppihaldsrúmini. Lynning og stúttur á dekkinum eru burturkoyrd so alt omandeks verður úr aluminium.
Fiskimúli verður væntandi aftur á Klaksvík um 20. august.




