Í kvøld kl. 20.00 skal Pison, eftir ætlan, nýggjan túr undir Føroyum. Men teir mangla ein mann í at vera fullmannaðir.
Ímeðan nakrir av línubátunum liggja stilt, rigga aðrir til nýggjan túr. Eitt nú skal Pison, eftir ætlan, avstað í kvøld kl. 20.00. Men Norðlýsið skilir, at teir vanta ein mann í at verða fullmannaðir.
Nakrir av línubátunum hava haft trupulleikar við at fingið manning í seinastuni. Eitt av skipunum, ið hevur merkt hetta er Skørin, sum hevur ligið við bryggju nú í eina tíð, av tí at teir ikki fingið mannað skipið.
Petur Eliasen, skipari á Pision, sigur um teirra støðu, at fleiri av manningini eru í feriu, og tí hava teir onkran nýbeginnara umborð, og tískil er umráðandi at vera fullmannaðir. Um teir ikki fáa ein mann afturat í kvøld, so roknar Petur við, at teir útseta túrin til í morgin.




