Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pison verður verðandi í Norðoyggjum

Helgi Abrahamsen

Eitt smápartafelag Undir Stovnan v/ Eyðstein Sørensen, Viðareiði, og Kósini, Klaksvík, hevur í dag keypt línuskipið Pison á tvingsilssølu.

Eitt smápartafelag Undir Stovnan v/ Eyðstein Sørensen, Viðareiði, og Kósini, Klaksvík, hevur í dag keypt línuskipið Pison á tvingsilssølu.

Pison er bygdur í 1961 á Søviknes Skibsbyggeri A/S. Skipið er 395 bruttotons, 120 nettotons, 36 m langt, 6,2 m djúpt og breiddin er 7,5 m.

Skipari verður Eyðstein Sørensen, og skipið fer til fiskiskap í nærmastu framtíð.