Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pissubløðruni hóvar ikki kaffi og øl

Danial Viðoy

Kaffi er ein gullverdur drykkur ein strævnan arbeiðsdag. Tað sama er helst galdandi fyri eina øl eftir eina strævna arbeiðsviku. Men bæði kaffi og øl fáa vatnstandin í bløðruni at hækka við fúkandi ferð – hvussu ber tað til?

Kaffi er ein gullverdur drykkur ein strævnan arbeiðsdag. Tað sama er helst galdandi fyri eina øl eftir eina strævna arbeiðsviku. Men bæði kaffi og øl fáa vatnstandin í bløðruni at hækka við fúkandi ferð – hvussu ber tað til?

Allarflestu kenna nokk pallmyndina: tú ert í tíðarneyð og stjórin/lærarin/tíðarfreistin andar teg í nakkan.

Hóast hetta, eru eygnalokini tyngri enn arbeiðsbyrðan. Kroppurin hevur brúk fyri orku: Kaffi. Men eftir bert ein ella tveir koppar av kaffi økist ves-vitjanin munandi. Tað sama hendir tá ið tú hevur drukkið eina øl, ella annan drykk við gorruvesku í.

Hví hava kaffi og øl so stóra ávirkan á kroppin?

Uppi í høvdinum, skamt undir heilanum, situr ein kertil til støddar við eitt sólber. Hesin verður kallaður fyri ein saðilkertil (hypofyse). Saðilkertilin stýrir eini rúgvu av organum kropsins.

Hesin kúllurin stýrir m.a. pissinum (urin) við at senda nakrar hormonir (boðberar) umvegis blóðið til nýruni. Nýrini stýra sum vera mann nógvum virksemi í kroppinum. Teirra kanska høvuðsmálsøki er at valda yvir, hvussu nógv veska skal verða í kroppinum.

Umtalaðu hormonini fortelja tær, nær tú skalt halda upp á pissið, tá ið t.d. turkur er í kroppinum. Men tá ið alkohol og koffein koma í blóðið, ávirkar hetta saðilkertilin, so at virksemi, at siga frá um at halda upp á pissið, viknar.

Tískil fær kroppurin trupulleikar við at halda upp á súra pissið.

Kelda: videnskab.dk