Í julimánaða slapp heimskendi Pizza Aage so endiliga at sita í fongsli fyri at hava stuðla USA og Danmark í Irak krígginum.
– Eg mátti bíðja tvey ár fyri at sita 8 dagar í fongsli.
Skrivar Aage í tíðindaskrivi til Norðlýsið.
– Eg royni framvegis at gerast amerikanskur statsborgari, men tað er ikki lætt fyri ein sum onga útbúgving hevur. Eg havi heldur ikki 500.000 dollara á bók sum eisini er eitt krav, so eg bíði eftir at fáa eitt sokallað Green Card, men tað er sum at vinna í einum eydnuspælið. Tað verður givið fólki sum á ein ella annan hátt hava uppiborið amerikanskan ríkisborgararætt.
– Myndirnar eru tiknar í klva 809B og eru vit umleið 205 fangar. Í húsinum sum eg siti í eru 16 fangar. Vit hava ein køk sum vit halda nógv til í og vit búgva annars tveir og tveir í hvørjum klivað.
– Tann sum eg búgvi saman við hevur sjónvarp og parabol so vit hyggja nógv eftir filmum.
– Vaktirnir steingja hurðina til klivan hvørt kvøld kl. 21. og lata upp aftur kl. 7 á morgni.
– Teir flestu fangarnir hava myndir av dámum ella øðrum konufólkum á vegginum men sum tit síggja á myndunum so havi eg mynd av George W. Bush hangandi í klivanum. Harafturat er stolta amerikanska flaggið við mær í fongsul.
– Keppurin eg havi á høvdinum er frá basketball liðnum, Atlanta Braves, sum vunnu 8-6 á New York Mets, her fyri.
Vinarliga
Aage Bjerre(809B)




