Í mai mánaði kemur heimskendi tónleikabólkurin Planetshakers til Føroya.
Planetshakers eru upprunaliga úr Australia, men hava seinnu árini verið sera virkin á altjóða pallinum. Síðani 1997 hava tey givið út meiri enn 20 altjóða fløgur og vunnið fleiri virðislønir.
Keldan í Skálafirði verður karmur um konsertina og er eisini samskipari av tiltakinum. Bólkurin er í hesum tíðarskeiði á konsertferð í grannalondum okkara.
–
Nærri kunning er tøk á http://keldan.fo/ps
(Videobrot kann síggjast her: https://www.youtube.com/embed/antqLO0OQ8s




