Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Podolski ikki til Føroyar

Jákup Ósá

Týska Arsenal stjørnan Lukas Podolski hevur fingið ein so mikið álvarsligan skaða, at hann ikki fær spælt í upp til 10 vikur.

Týska Arsenal stjørnan Lukas Podolski hevur fingið ein so mikið álvarsligan skaða, at hann ikki fær spælt í upp til 10 vikur.

Tað var í Champions League dystinum móti Fenerbahce, at Podolski bleiv skaddur. Nú er so komið fram, at skaðin er so mikið álvarsligur, at hann ikki fær spælt næstu vikurnar. Tað merkir eisini, at hann ikki verður við í týska hópinum, sum 10.september spælir á Tórsvølli í HM undankappingini.

Mynd: Getty Images