Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pól Arni Holm og Týr við Brúnna

Tíðindaskriv

Í kvøld kl. 0:30 fara Týr á pallin á tónleikatiltakinum við Brúnna á Oyrarbakka. Tað verður tó ikki við Hera Joensen sum forsangara, tí hann hevur fingið beinkrím og fær ikki sungið. Tískil verður tað ongin minni en Pól Arni Holm, sum kemur at syngja við Týr í kvøld.

Pól Arni Holm var við til at stovna nú heimskenda orkestrið Týr. Hann var forsangari í Týr frá stovnanini í 1998 til 2002, eftir at fløgan “How far to Asgaard” kom út. Pól Arni syngur m.a. sangin Ormurin langi, sum er teirra egna tulking av føroyska kvæðnum við sama heiti.

Fyriskipararnir av við Brúnna harmast um, at Heri ikki fær sungið við Týr í kvøld, men fegnast um at tað bar til hjá Pól Arna at traðka inn í staðin. Við Brúnna kann við hesum bjóða til eina sera forkunnuga Týr konsert við uppruna sangaranum hjá Týr á pallinum.