Fyri løtu síðani kom Pól Sundskarð á mál í Sparta í Grikkalandi, eftir at hava runnið teir 246 km kilometrarnar frá Athen uppá 35 tímar og 21 minuttir. Hann byrjaði kl. 5 í gjáramorgunin (før. tíð) og kom á mál nakað áðrenn kl. 16.30 í dag. Av teimum umleið 350 sum byrjaðu, gjørdist hann nummar 166 av teimum 207, sum komu á mál. Kravið er at klára teinin uppá 36 tímar og skulu rennararnir klára ávísar teinar ávegis uppá bestemtar minimum tíðir.
Seinasta ár mátti Pól gevast orsakað av nógva hitanum, men hesuferð var veðrið meira passandi. Summar løtur hevur eisini regnað illa.
Málið hjá honum var at halda seg beint undir tíðarmarkinum við øll “checkpoint”, og tað gjørdi hann allan vegin.
Vinnari hjá monnum bleiv Ivan Cudin úr Italia við tíðini 22 tímar og 29 minuttir. Fremsta kvinna bleiv Szilvia Lubics úr Ungarn og hon brúkti 26 tímar og 53 minuttir.
Herfrá ynskja vit Pól hjartaliga tillukku við hesum megnar avrikinum.