Yrkisfelagið Miðnám (YF) hevur júst havt aðalfund, og í tí sambandi handaði felagið Pól Jespersen Útbúgvingarvirðislønina hjá YF 2015. Hetta er fimtu ferð YF letur Útbúgvingarvirðislønina, og í ár valdi YF at heiðra Pól Jespersen, ið alt lívið hevur verið virkin í undirvísing, at skriva skúlabøkur, at skriva upplýsandi bøkur, umframt at hann eisini hevur verið frammi í almenna rúminum við sínum fakøkjum.

Pól Jespersen hevur skrivað bøkur um støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði. Hann hevur eisini verið sera íðin at fáa hesar vísindagreinir latnar í føroyskan ham og at gera teminologiina føroyska.
Almenningurin kennir kanska best Pól Jespersen av tí, sum hann hevur skrivað um stjørnufrøði. Á tí fakøkinum hevur hann gjøgnumgingi fakvitan og frambrot frá forntíð og upp til okkara dagar. Ótroyttiliga hevur hann skrivað greinar um stjørnuvísindi í føroysku bløðunum, og hevur hann á tann hátt verið við til at flutt mørk, tá ið um føroyingsins fatan av alheiminum viðvíkir. Nógv av tí, sum Pól Jespersen hevur umrøtt í blaðgreinum sínum, er eisini komið við í bókina “Rúmdin – almenn stjørnufrøði”, sum Nám gav út í 2012. Um hesa bók sigur Nám á heimasíðu sínari, at “Rúmdin sigur livandi frá stjørnufrøðisøguni, sum var tað ein spennandi krimisøga, heilt frá grikskum heimspekingum til nútíðar vitan um Big-Bang og myrkt tilfar.”
Yrkisfelagið Miðnám ynskir Pól Jespersen, ritstjóra á Námi, hjartaliga tillukku við Útbúgvingarvirðislønina hjá YF 2015.
—