Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pól Jóhannus opnar hurðina fyri HB, B36 og AB

Jákup Ósá

Landsliðsleikarin kundi ynskt, at sloppið at búð í Havn og spælt har fyri at verið tættari uppá arbeiðsplássinum. Hann er í samráðingum við fleiri feløg.

Pól Jóhannus Justinussen hevur trygt pláss á landsliðinum í løtuni og stendur uttan sáttmála í 2014. Hann er í løtuni í læru sum elektrikari í høvuðsstaðnum og tað ger, at hann umhugsar at skifta barndómsfelagið NSÍ út við eitt felag nærri høvuðsstaðnum.

Komandi ár eru fleiri EM undankappingardystir á skránni og tí er Pól Jóhannus ein av leikarunum, ið væntandi gevur nógvar pengar aftur til feløgini vegna ECA pengarnar. Tí hevur hann góð kort í hondunum. Hann sigur, at hann í løtuni er opin fyri at skifta til Havnar.

– Eg eri í læru í Havn sum elektrikari. Tí eru tað ymisk viðurskiftir, ið eg skal hugsa um. Eg hevði væl tímað at búð í Havn og verið nærri arbeiðsplássinum. Og tá ein er lærlingur, so sigur tað seg sjálvt, at tað fíggjarliga hevur týdning. Í løtuni tosi eg við fleiri feløg, men tað er trupult at siga hvussu long tíð gongur, áðrenn eg taki støðu. Beint í løtuni er eingin sáttmáli nær við at vera undirskrivaður, sigur Pól Jóhannus Justinussen við Norðlýsið í kvøld.