Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pól Jóhannus skjótt tøkur aftur

Jákup Ósá

A-landsdysturin móti Andorra tykist ikki vera í vanda.

Pól Jóhannus Justinussen fekk eina takling í Klaksvíkskappingini og hevur ikki kunnað spælt síðani. Um fáar vikur er A-landsdystur í Andorra og har eru longu nógv avboð komin. Tíbetur fyri føroyska A-landsliðið, so røkist fyri, at Pól Jóhannus Justinussen verður klárur aftur til tann dystin.

– Eg vóni at vera klárur til 1. umfar komandi sunnudag, sigur ein bjartskygdur Pól Jóhannus Justinussen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.

NSÍ tekur sunnudagin ímóti uppflytarunum úr EB/Streymi í 1. umfari í Effodeildini.