Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Polar Princess á Kollafirði

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Polar Princess kom á Kollafjørð leygarmorgunin undan Grønlandi, har hann hevur havt rættiliga gott fiskarí eftir svartkalva og hevur prísurin eisini verið góður. Skipari henda túrin hevur verið Leivur á Rógvu.

Teir liggja nú á Kollafirði og taka útgerð inn og fer Polar Princess eftir ætlan í Barentshavið á toskaveiðu týsdagin kl. 14. Teir hava eina toskakvotu á eini 1200 tons eftir í Barentshavinum.

Skipari komandi túr verður Jógvan Líggjas Gregersen.

Fyri einum ári síðan varðPolar Princess, sum hevur eina rættiliga framkomna frabrikk við fleiri linjnum, longdur heilar 18 metrar.