Hetta var ein góður túrur hjá okkum, sigur Símin Michael Zachariasen, skipari á Polarstjørnuni, líkindini vóru ikki av teim bestu, men tó eydnaðist túrurin bara væl.
Tað er misjavnt, sum tað gongur á við fiskiskapinum. Sjálvt um fiskiskapurin má sigast at hava verið sera vánaligur, so lumpa teir sær nakrar fiskar av og á.
Símun Michael Zachariasen, skipari á Polarstjørnuni sigur, at tað vá sløk 110.000 pund hjá teimum ídag. Vit byrjaðu norðurvestur úr Mykinesi, av tí at streymurin var harður, so tóku vit okkum eystureftir so hvørt streymurin harðnaði og vit endaðu túrin her norður eystur úr Viðoynni og vit kunnu ikki lata illa at. Vit høvdu 9 setur, og vektin var sløk 110.000 pund. slagið var eisini gott, toskur, longa og brosma, so vit kunnu ikki lata illa at.
Ætlanin hjá okkum er at fara avstað aftur í annaðkvøld. Eg havi boðað manningini frá at veða umborð kl. 10. Hann sigur keðiligt veður í byrjanini, men so liggja vit bara bakk til vit aftur fáa sett, tí komandi sunnudag harðnar streymurin aftur, tá vera vit so noyddir at koma inn aftur, segði Símun Michael Zachariasen.
Útróðrarbátarnir leskaðir
Bragd, Líðhamar og Kallanes vóru vestanfyri í nátt. Kallanes fekk 8.500 pund og Líðhamar 5.500 pund, Bragd hevði eisini 5.500.
Hóast leskaðir ídag, so lata útróðrarbátarnir illa at. Líðhamar fór norður um ídag, ímeðan Kallanes setti aftur vestanfyri.
tekst og myndir: Oliver




