icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politi hevði ein tíma til at koma til hjápar tá útlendingur gekk amokk í Klaksvík

John William Joensen

Vakthavandi var staddur í Runavík tá álvarsamur bardagi herjaði í húsum í Klaksvík

Anskar Hansen, skrivar:

Beint fyri jól komu tveir polakkar, sum eg havi í arbeiðið í eina sera álvarliga støðu.

Ein annar polakki sum búði saman við teimum í húsum í klaksvík leyp bráddliga á og hóttið við at drepa teir. 

Tað eyðnaðist teimum at flýggja inn á eitt kamar og stongja, hurðina. Síðani ringdu teir til mín eftir hjálp, alt meðan svaki polakkurin royndi at koma inn til teirra og eg hoyrdi í telefonini hvussu hann rópti og geylaði.

Eg tordi ikki at fara einsamallur til hjálpar og bað politiði um hjálpa. 

Havnin tók telefonina og segði mær at vakthavandi í Runavík skuldi ringja til mín. Hann so gjørdi nakað seinni, men boðini vóru at hann var einsamallur tí kundi hann ikki koma til hjálpar. Hann noyddist at bíðja eina løtu tí ein starvsfelagið ikki bleiv tøkur fyrr enn um ein hálvan tíma. 

40 minuttir seinri ringdi politisturin til mín og segði at nú vóru teir á veg og skuldi vera skjótir á staði. Eg bíðaði aftur 10 minuttir til teir báðir politistanir endiliga vóru á staðnum. 

Tað gingu 50 minuttir frá tí eg ringdi til politiið og til teir vóru á staðnum. 

Tìbetur spældi alt væl av og tá vit fóru inn var maðurin meira friðarligur.
Men mínir menn vóru framvegis stongdir inni á kamarinum, og tá teir við politieskortu komu út av kamarinum vóru teir skelkaðir og líkbleikir av bangilsi. 

Politistanir vóru sera hjálpsamir og fittir, men eg má siga at hettar er ikki nóg gott! Og vit borgarir eiga at kunna krevja eina betri og tryggari tænastu. 

Vinarliga
Anskar Hansen

Harleywoodpaint