Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politi “reformurin” skuldi skundast ígjøgnum.

John William Joensen

Tað er púra greitt út frá tilfarið sum vit hava fingið hendur á at føroyski politi-reformurin skuldi skundast ígjøgnum og setast í verk uttan at almenningurin ella starvsfólk hjá politinum í Føroyum vistu um hetta.

Brævasambandi millum leiðslupersónar í politinum leggur dent á at viðgerðin skal fara fram í trúnaði, at fáir persónar skullu blandast uppí – og tað skal ganga skjótt fyri seg.

Tann 14. Februar sendir Jón Klein Olsen, politiinspektørur eitt notat í telduposti til aðrar leiðslupersónar í løgregluni.

Talan er um “Ny organisations- og ledelsesstruktur for Politiet på Færøerne” sum er undirskrivað av Fútanum, Karen Marie, dagin fyri nevniliga tann 13. februar.

Í teldupostinum skrivar politiinspektørurin:
“… Tað hevði verið super um tit skjótast tilber kundi hugt at tilfarinum………..Tey í Danmark skulu helst hava tilfari so skjótt sum gjørligt soleiðis at tey kunnu fyrireikað seg til fundin mánadagin 23. Februar……. (RED: í teldupostinum framskundar inspektørurin ein fund millum leiðslupersónarnar)

Tað er eisini staðfest at notaið hjá Fútanum verður sent til danska justidsministeriet og ein sendinevnd fer til Danmarkar at hitta umboð fyri danska politikomiserin. Men  komin til Keypmannahavn koma avboð frá donsku politileiðsluni. Umboðini fyri leiðsluna í politinum koma tí sum av torvheiðum heimaftur til Føroyar.

Hetta kemur illa við tí sambært notatinum skullu bygnaðarbroytingarnar setast í verk fyrsta dagin.

…Nybesættelsen af lederstillingerne gennemføres……..med stillingsopslag i løbet af marts 2009…… alle stillinger er afgjort senest i juni/juli måned 2009…… alle stillinger besættes med virkning frá den 1. Januar 2009 (afturvirkandi)…..stillingen sum chefpolitiinspektør og administrationschef besættes pr. 1. Maj 2009.