Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið higartil steðgað trimum bátum

Oliver Joensen

Av politistøðini í Klaksvík, frætta vit í kvøld, at higartil hava teir steðgað trimum bátum eftir boðum frá Skipaeftirlitinum. Annars blandað vit okkum ikki í siglingina, verður sagt.

Í øllum hurlivasanum sum Skipaeftirlitið hevur skapt hesar dagarnar arbeiðssteðgurin hevur verið, hava teir megnað at steðga trimum bátum, sum hava siglt um Lorvíksfjørð.
Fyrsti báturin vit vórðu umborð á var Vanir, ein 47 fót glastrevjabátur, sum var komin úr Havn, norður at flyta fólk um fjørðin. Síðani vórðu vit umborð á Enjoy hjá Johannusi Brandal, og seinast umborð á Alfa Pilot hjá Thorleifi Sigurðsson.
Vit hava bert gjørt eftir boðum frá Skipaeftirlitinum og blandað okkum annars ikki uppí siglingina, verður sagt av politistøðini í Klaksvík.

Harleyfacadeacryl