Leygardagin 7. Mars 2009 millum kl. 14:15 og kl. 15:00 kom ein sjónliga ávirkaður maður inn í Roykstovuna í Klaksvík og hóast hann fór at berjast við starvsfólkini og eftirfylgjandi gjørdi seg inn á bilar og steðgaði ferðsluni á Klaksvíksvegnum, noktaði vakthavandi á politistøðini í Havn at senda patrulju til Klaksvíkar
Hendingin fór fram seinrapart leygardag – meðan nógv ferðsla er eftir Klaksvíksvegnum.
Ein sjónliga ávirkaðu maður kemur inn í Roykstovuna, men honum verður gjørt greitt at í Roykstovuni fær hann ikki inn í nevið og starvsfólk heita á mannin um at fara heim.
Hann gerðst óður og tekur í kvinnuliga starvsfólki og onnur starvsfólk koma til hjálpar.
Fyrst verður roynt at tosða við mannin, men hann gerst alsamt óðari og at enda er hann so svakligur at hann loypir á eitt av starvsfólkunum.
Starvsfólk og onnur viðskiftafólk berjast síðani við mannin og hesa løtuna eru fýra mans í hornatøkum inni í Roykstovuni.
Kvinnan sum var álopin kennir seg hótta og ringir til politistøðina.
Politiið noktar at koma
Norðlýsið hevur tosað við starvsfólkini á Roykstovuni og tey siga at samtalan, sum var við politistøðina í Havn var baði óverulig og óskiljandi. Eftirfylgjandi er kæra send Fútanum.
Sambært kvinnuni, sum varð álopin av ávirkaða og svaka manninum gekk samtalan soleiðis fyri seg.
– Eg ringdi til politistøðina í Klaksvík, men Politistøðin í Havn svarar.
– Fyrst varð eg biðin um at bíðja eina løtu og síðani spurgdi eg um politiið í Klaksvík ikki var á vakt.
– “Politiið er altíð á vakt”, var svarið í hinum endanum.
– Eg bað síðani politiið um at koma til hjálpar, tí ein maður var svakur og bardist við tríggjar aðrar menn inni í Roykstovuni.
(RED: Samrøðan – soleiðis sum kvinnan sjálv hevur skrivað)
Politi:
Roykstovan – tit hava væl skeinkiloyvi – ikki so?
Roykstovan:
Ja, tað hava vit.
Politi:
So skulu tit hava ein kontroll!
Roykstovan:
Ha??
Politi:
Tit skulu hava ein kontroll sum tekur sær av slíkum. Hatta er ikki ein politiuppgáva! Tað stendur í reglugerðini fyri skeinkiloyvi – hevur tú ikki lisið hana?
Roykstovan:
Åbenbart ikki!
Politi:
Ja – so haldi eg at tú setur teg niður og lesur reglugerðina!
Roykstovan:
Jú, men maðurin kemur beint inn frá gøtuni – hann er púra svakur! Hann hevur einki fingið at drekka frá okkum!
Politi:
Jú – men so er tað uppgávan hjá kontrollinum at syrgja fyri at maðurin ikki sleppur inn í Roykstovuna!
Roykstovan:
Jú – vit hava starvsfólk her – men hann berjist við tey!!
Politi:
Hatta er ikki okkara uppgáva – men eg kann skrivað eina rapport um óskilið við kontrollum á Roykstovuni!
(politisturin er nú sjónliga irriteraður)
Roykstovan:
Umskilda at vit órógvaðu!
Politi:
Ja – og farvæl!
————
Sambært kvinnuni var politisturin sjónliga irriteraður av at ringt var á støðina hendan leygardagin beint eftir døgurðan.
Síðani helt bardagin í Roykstovuni fram og tríggir mans stríddust við at fáa mannin út.
Løtu seinri eydnaðist tað og maðurin fór síðani gangandi mitt á Klaksvíksvegnum og blokeraði ferðsluna. Maðurin fór yvir til ein bil – sum noyddist at steðga og hamraði nevarnar í hjelmin. Síðani fór hann inn í Kiosk Vár og rópti og lamteraði.
Tá maðurin var fingin út úr Roykstovuni, ringdi eigarin heim til ein politist sum hann kendi persónliga, Hesin kom løtu seinri saman við starvsfelaga, sum eisini hevði fríð – men tá hevði onkur fingið mannin at sissa seg og hevði koyrt hann til húsa.
Hava sent klagu
Roykstovan í Klaksvík hevur sent eina kæru til Fútan um viðferðina tey fingu frá politinum.
Í kæruni vísa tey á lógarfestu uppgávurnar hjá politinum og í brævinum verur víst á at politiurin, sum hendan dagin hevði vakt á støðini í havn ikki gjørdi sýna skyldu.
Brævið var sent politinum mánadag 9. mars – men enn hava tey á Roykstovuni í Klaksvík einki hoyrt frá løgregluni – og tá Norðlýsið í morgun tosaði við kvinnuna, sum meldaði tilburðin, kendi hon seg sera illa viðfarnan av løgrelguni.
– Ikki so mikið sum eitt svar har tey vátta at hava móttikið brævinum frá okkum hava vit fingið enn – og tað haldið eg verða undir alt lágmark.
– Eg havi roynt at tosað við onkrar politistar um málið, men teir siga at eg skal bíðja eftir svarið – men nú tveir mánaðar seinri havi eg hvørki frætt orð ella eið.




