Sjálvan kommunuvaldagin komu boð frá leiðsluni fyri Politiið í Føroyum, at frá 1. Februar verður eingin náttarvakt í Norðurøkinum (Norðuroyggjar og Eysturoy) frá manadag til hósdag. Tá skal politiið í Havn einsamalt hava náttarvakt við Norðuroyum, Eysturoy, Streymoy og Vágar.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerkingar frá leiðsluni hjá Politinum í Føroyum, og tað er nógv sum bendur á at leiðslan hevur lagt stóran dent á at halda broytingarnar so loyniligar sum gjørligt.
Fráboðanin varð ikki send út fyrr enn á sjálvum kommunuvaldegnum, tá føroysku fjølmiðlarnir og kommunalpolitikararnir vóru fult upptikin av kommunuvalinum.
Men sum skilst verður náttarvaktin, sum higartil hevur verið á politistøðini í Klaksvík spard burtur og teir fýra politistarnir, sum hava havt dag og kvøldvakt í Vágunum verða spardir niður á tveir, sum einans verða í Vágunum í samband við flogferðsluna.
Meira um hetta seinri í dag.