Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið kannar fleiri stuldursmál í Klaksvík

John William Joensen

Jógvan Páll Joensen á politistøðini í Klaksvík, sum leiðari fyri norðurøkið, sigur at síðan fyrst í Januarmánað hava væl skipaðir stuldrar verið móti handlum í Klaksvík og gerningsmaðurin er farin avstað við fleiri túsund krónum.

Tað eru sera fá stuldursmál í Norðoyggjum og tað hevur verið sera friðaligt fyri tjóvar í longri tíð. Men síðan fyrst í januar hevur ein persónur verið í fleiri handlum og stolið pening. Talan eru om stuldur sum er planlagdur og hóast vit hava illgruna til onkran so vilja vit gjarna frætta frá fólki sum halda seg vita okkurt sum kann gagnað kanningararbeiðinum.

Leiðarin á politistøðini í Klaksvík sigur at talan er um fleiri túsund krónur og handilsfólk sum vit hava tosað við kenna seg ótrygg.

Meira um hetta málið í vikuskiftinum