Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politikarar eiga at skera í gjøgnum og gera eina skipan so føroysk virki hava fyrstarætt til tilfeingið

John William Joensen

segði Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Banka, á Fiskivinnufundinum á Tekniska Skúla í gjárakvøldi

Hvussu klára Norðoyggjar seg, var heitið á fiskivinnufundi í Tekniska Skúla, sum menningarstjórin hjá Klaksvíkar Kommunu, Rani Nolsøe skipaði fyri.
Fundurin byrjaði við at menningarstjórin og borgarstjórin høvdu hvør sítt innlegg har staðfest var at fiskivinnan hevði stóran týdning fyri Klaksvíkina, helst størri týdning enn fyri eitt nú fyri miðstaðarøkið.
Síðani greiddi Bjarni Poulsen frá Rasmussen & Weihe frá gongdini í føroysku fiskivinnuni á landi og á sjónum seinastu árini. Eisini vóru roknskapartøl hjá virkjum og skipum samanborin, og hóast hetta var sera áhugavert so var tað eitt stórt minus at tølini fyri 2004 ikki vóru við.
Men teir báðir Bjarni Poulsen og Claus Rasmussen dugdu tó væl at útgreina tá spurgt varð, og eisini høvdu teir metingar av tølunum fyri 2004, sum teir ikki vantaðu vóru betur enn tey fyri 2003.
Hóast tølini fyri 2003 ikki vóru heilt av leið hjá flakavinnuni, so var greitt at virkini ikki eru sterk og at fleiri av teimum beinleiðis eru í kreppu.
Gongdin í 2004 hevur verið skeiva vegin og tað kom serliga fram í orðaskiftinum eftir fyrilestrarnar.
 
Klaksvíkingar og føroyingar mugu taka hond um virksemið sum er í økinum
Tá fundurin leið móti endanum tók formaðurin í Føroya Banka og eigarin av Maru Seafood orðið og hann vendi sær beinleiðis til politikararnar við eini áheitan sum ikki var at misskilja.
-Vit minnast øll til tíðina tá ein kundi fiska har ein vildi og so nógv sum ein hevði hug til.
– Tá kundi tann sum hevði hug og evni keypa sær ein útróðrarbát ella trolara og fara til fiskiskap.
– Tann skipanin spældi fallit hóast vinnan tá fekk hálva milliard í beinleiðis stuðli.
– Síðani bleiv ein lóg gjørd um vinnuligan fiskiskap og hon innibar m.a. at allir føroyingar noyddust at innlevera sítt fiskiloyvi.
– Síðani útleveraði landsstýri fiskiloyvir til 5% av føroyingum púra ókeypis.
– Hesi 5% ini av føroyingum fingu sítt fiskiloyvi fyri ongar pengar.
– Hetta merkir samstundis at hesi 5% av føroyingum hava ábyrgd yvir fyri hinum 95% unum sum virka og liva her á landi.
– Tí eiga føroyingar og føroysk virki at hava fyrsta rættin til fiskin, sum svimur á føroysku grunnunum, men tað skal sjálvandi eisini vera til kappingarførar treytir.
– Tað sum eg her sigið eigur at vera uppfata positivt, og eg havi heldur onga meining um hvussu hetta eigur at vera gjørt, men tað er eingin ivi um at tað er skylda hjá okkum Klaksvíkingum, og politikarum sum eru valdir í Klaksvík at halda hond yvir tað virksemið sum er í norðoyggjum.
 
Vinnan í kreppu
Jógvan Páll Joensen undirstrikaði at tað er heilt stutt millum støðuna, sum er í Suðuroynni í dag, og til støðuni sum er í Klaksvík.
– Tað eru nakrir heilt smáir marginalar sum gera at vit enn standa á beinunum meðan suðoyggin liggur, og tí er eingin ivi um at politikarar hava ábyrgd av at fara inn og gera eina skipan so at føroysk virki fáa fyrstarætt til føroyska tilfeingið.
– Eg má endurtaka at hetta sjálvandi skal gerast undir kappingarførum treytum, og tað er upp til politikararnar at finna eina skipan.
 
At boðskapurin frá formanninum í Føroya Banka hevði undirtøku millum fundarfólkið, var eingin ivi um, tí lógvabrestirnir rungaðu tá hesi orðini vóru søgd, og hetta er tað sum stóð eftir frá fundinum í Tekniska skúla.
Hóast tølini frá grannskoðarunum ikki góðu ábending um at nakra beinleiðs kreppu í fiskivinnuni sum heild, so var eingin ivi um at útsagnirnar frá vinnulívsfólki á fundinum geva eina ábending um at álvarsom sjúkueyðkenni eru í vinnuni, og boðskapurin til politikararnar er at nú má nakað munagott gerast.
Samanumtikið var talan um ein áhugaverdan fund, og menningarstjórin hjá Klaksvíkar Kommunu skal hava rós fyri at royna at birta undir orðaskiftið.