Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politikarar, fjølmiðlar og Heilsuverkið tætt knýtt at Atlantic Airways

John William Joensen

Tann 15. juni kundu vit avdúka, at Magni Arge, fólkatingslimur, kann í 18 ár ferðast ókeypis við almenna tjóðarflogfelagnum Atlantic Airways. Harafturat er landskassin beinleiðis bundin at flogfelagnum við einari gyltari samstarvsavtalu millum føroyska Heilsuverki og Atlantic Airways

Tann 15. juni kundu vit avdúka at Magni Arge, fólkatingslimur, kann í 18 ár ferðast ókeypis við almenna tjóðarflogfelagnum Atlantic Airways. Harafturat er landskassin beinleiðis bundin at flogfelagnum við einari gyltari samstarvsavtalu millum føroyska Heilsuverki og Atlantic Airways

Tann 15. juni kundu vit avdúka at Magni Arge, fólkatingslimur, kann í 18 ár ferðast ókeypis við almenna tjóðarflogfelagnum Atlantic Airways. Magni Arge segði tá at hetta var einki óivanligt, tí sum hann málbær seg: ….. tað er púra vanligt at starvsfólk í flogfelagnum, sum hava starvast eitt ávíst áramál, kunnu ferðast ókeypis við almenna flogfelagnum í styttri ella longri áramál. LES MERIA UM HETTA HER

Fyri tíð síðan kom fram at Atlantic Airways hevði brúkt millióna upphæddir til positiva fjølmiðlaumrøðu í pørtum av høvuðsstaðarpressuni. Tað kom undan kavi at framstandandi føroysk fjølmiðlafólk í fleiri ár ferðaðust ókeypis við føroyska flogfelagnum – afturfyri positiva fjølmiðla umrøðu, sum eisini táverandi leiðslan í felagnum fekk ágóðan av.

Heilsuverkið tætt knýtt at Atlantic Airways

Fyri nøkrum árum síðan var samstarvsavtala gjørd millum Atlantic Airways og Føroyska Heilsuverki har Atlantic Airways fekk einarætt til at avgreiða allar ferðir hjá sjúklingum, læknum o.ø..

Starvsfólk hjá Atlantic Airways eru enntá til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum og heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum vísir beinleiðis til hesa deildina hjá Atlantic Airways.

Arbeiði er ongantíð bjóða út og hvørki Smyril Line, ferðastovur ella onnur flogfeløg hava havt møguleikan at bjóða uppá hetta arbeiði.

Vit hava onga lóggávu um almenna útbjóðing í Føroyum og tí er neyvan talan um lógarbrot. Harafturat kann tað tykjast sum ein løtt loysn fyri baðar partar. Men avtalan ger, at tað verður ikki lætt hjá einum nýggjum kappingarneyta á flogrutuni til Føroyar, at fáa fótin fastan, tá almennu Føroyar er so tætt bundi at almenna føroyska flogfelagnum.