Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiska orðaskiftið óbroytt

John William Joensen

og tey sum førdu fram at alt fór at broytast við at gera Føroyar til eitt valdømi, hava tikið feil, sigur Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.

Jógvan Mørkøre, sum er millum royndastu politisku viðmerkjararnar, sigur, at ilt er at síggja nakra broyting í politiska orðaskiftinum síðan Føroyar gjørdust eitt valdømi.

– Alt rokið um skúla í Havn, Gerhard og sandoyartunnilin vísir at politisku flokkarnir framvegis eru pískaðir til at hava sterkar politikarar kring um í landinum og tí eru lokaláhugamálini framhaldandi ein týðandi partur av arbeiðinum i løgtinginum.

– Tað bleiv annars ført fram, at við at gera Føroyar til eitt valdømið fóru politkarar, at verða noyddir til at føra landspolitikk – men hetta er jú ikki so í veruleikanum.

– Eg haldi at skipanin við einum valdømi ger, at fleiri politikarar nú eru noyddir til at vera meira opnir fyri lokalpolitiskum krøvum, tí til løgtingsval verða teir noyddir at fáa atkvøður úr lokaløkjum kring um í landinum.

– Vit mugu bara staðfesta at í fyrsta umfarið hevur lokalpolitikkur góðar dagar í løgtinginum.

– Í málinum um skúladepilin í Marknagili síggja vit at politikar, sum eru valdir í suðurstreymi – hava verið heitastir fyri hesi ætlan.

Alternativ fígging?
– Eyðsýndi trupuleikin hja løgtinginum er hvussu finna vit fígging til langa listan av sokallaðum bleytum málum – sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja.

– Í hesum døgum verður nógv tosað um alternativa orku og eg havi lagt merki til at politikkarar eisini eru farnir at tosað um alternativa fígging, tá tosað veður um at halda verkætlanir uttanfyri fíggjarlógina.

– Í veruleikanum eitur einki alternativ fígging, tí keldan er jú tann sama. Tað er borgarin, sum skal gjalda útbyggingarnar og mørk eru fyri hvussu nógv hann kann gjalda.

– Tí er neyðugt við politiskum raðfestingum – so ella so – og tí koma lokaláhugamál framhaldandi at standa framaliga.

– Ein skúli til okkum ella til tykkum eru alt lokalmál, sum fáa stóra ávirkan á tey øki tey verða framd í.

Gerhard framhaldandi bankaður
– Taka vit so Gerhard Lognberg fram – so kunnu vit siga at hann undir gomlu skipanini fekk bank frá leiðsluni í javnaðarflokkinum, og hann verður líka illa bankaður í dag.

– Fyri Gerhard er tað eingini ivi um hví hann er valdur á Føroya løgting og hann kennir seg uttan iva kallaðan at stríðast fyri lokalmálum kring um í landinum. Teir politikarar sum ikki hava okkurt at vísa veljarum sínum til komandi løgtingsval – fáa jú ein trupuleika.

Eitt valdømi – ein misskiljing
Jógvan Mørkøre sigur, at tey sum førdu fram at alt fór at verða ørvísi við at gera Føroyar til eitt valdømi, hava tikið feil.

– Til seinasta løgtingsval var nógv tosað um at nú skuldu bleytu virðini á dagsskránna og tey sokallaðu hørðu málini skuldu bíðja, men hetta hevur víst seg at vera sera trupult.

– Tey bleytu virðini – sum skúlar og útbygging av heilsuverkinum – eru jú eisini merkt av lokaláhugamálum. Í hesum málum er tað eins trupult at gera raðfestingar, sum tað altíð hevur verið.

Einki nýtt í tí at lokalpolitikarar standa saman
– Tá Vágatunnilin skuldi byggjast sóu vit m.a. at Jógvan við Keldu, stóð saman við vágamonnum um at fremja hesa ætlan.

– Tað gjørdi hann tí at hann visti, at tá tann tunnilin var gjørdur – so stóðu norðoyggjar fyri tørni og soleiðis eru mong dømi um at lokalpolitikarar úr ymiskum pørtum av landinum hava staði saman.

– Tí er tað ikki rætt tá, ført verður fram í útvarpinum at tað er nakað nýtt at eitt nú Jacob Vestergaard, sum er úr Suðuroynni, hevur valt at stuðla sandoyingum í málinum um sandoyartunnilin.

–  Hetta hava vit sæð so mangan áður – og Vestergaard veit væl eisini, at tá Sandoyartunnilin er liðugur stendur suðuroyggin fyri tørni.

– Niðurstøðan er tí at nýggja skipanin hevur als einki broytt í politiska orðaskiftinum og at hugtøkini lands- og lokalpolitikkur framhaldandi eru tætt knítt, og eru líka trupul at loysa sum tey altíð hava verið.