Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiska skipanin farin at óttast avleiðingarnar

John William Joensen

Í morgun kl. 8:30 fóru Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Jóhannesen á fund í danska Uttanríkisráðnum har føroyska støðan í málinum um Norðhavssildina er til viðgerar á kreppufundi. Samstundis ljóðar at føroyska skipanin á fundinum far greitt at vita avleiðingarnar um Føroyar framhaldandi velja at fiska norðhavssild eftir egnari kvotaáseting.

Í morgun kl. 8:30 fóru Jacob Vestergaard og Kaj Leo Holm Jóhannesen á fund í danska Uttanríkisráðnum har føroyska støðan í málinum um Norðhavssildina er til viðgerar á kreppufundi. Samstundis ljóðar at føroyska skipanin á fundinum far greitt at vita avleiðingarnar um Føroyar framhaldandi velja at fiska norðhavssild eftir egnari kvotaáseting.

Ivi er eisini sáddur um landsstýrið hevur uppbakking í politisku skipanini fyri at hava ásett okkum sjálvum tríggjar ferðir so nógva kvotu av Norðhavssild, sum vit høvdu fyri einum árið síðan. Sum skilst var Uttalands nevndin hjá løgtinginum ikki samd við landsstýrismannin í hesum málinum – hóast nevndin bakkaði fult upp tá landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum ásetti Føroyum eina munandi størri makrelkvotu.

Men politiska skipanin kann neyvan loyva sær at ristast í brókunum tí til sjeyndu og síðst er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sum hevur ábyrgd av fiskivinnupolitikkinum og tá hann hevur spælt Føroyar í eina sera sárbara støðu við at standa einsamalt uttan stuðul frá eitt nú Íslandi vendist ikki aftur uttan so at landsstýrið er sinna at svølgja kamelar.

Føroyar til viðgerðar á hægstastigið í ES

Í dag er eisini fundur í serligu Fiskivinnu- og Landbúnaðarnevndini hjá ES har øll limalondini í ES eru umboða.

Sum skilst er føroyska støðan í málinum um norðhavssild til viðgerar, men ein avgerð verður ikki tikin í dag sigur ein talsmaður hjá Mariu Damanaki við Norðlýsið í morgun. Nevndin kemur saman aftur í endanum í hesum mánaðinum og tá verður uttan iva ein avgerð tikin um føroyingar ikki broyta støðu. 

– Her í Bruxell er ovurfisking eitt stórt mál og tað merkist væl millum limalondini og serliga í politisku skipanini at málið um ovurfisking av norðhavssildini hevur sera høga raðfesting og skund, sigur talsmaðurin hjá Mariu Damanaki við Norðlýsið.

Sum skilst er politiska skipanin heima í Føroyum ikki fult samd við støðuna sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumál tók tá hann hækkaði føroysku kvotuna av Norðhavssild úr 5,7% upp í 17%. Tað at Íslandi heldur ikki vildi stuðla hesari støðutakan Føroya ger at Føroyar hava staðið rættiliga einsamallar.

Í morgin er sum sagt eisini fundur í serligu fiskivinnunevndini hjá ES og tí eru tað fleiri sum vænta at støðan er komin har til at landstýrið dag fær at vita at handilstiltøkini verða sett í gildi við stuttari freist um Føroyingar ikki vilja slaka.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, gav í Kringvarpinum fólki tað fatan at hann ikki óttaðist eitt ES handilsbann tí sum hann tók til – Tað er ein heimur uttanfyri ES.

Men hesum sjónarmiði tykist landsstýrismaðurin at standa sera einsamallur við tí sum Norðlýsið skilir eru fleiri politikarar farnir at óttast avleiðingarnar av føroysku støðuni.