Tað er til einhvørja tíð sitandi samgonga, sum hevur ábyrgd av politikkinum, sum førast skal og fyri at finna semjur. Størsta politiska málið er uttan samanbering fiskivinnupolitiska kósin, sum skal finnast og tað gerst ikki uttan eina breiða politiska semju.
Tað er til einhvørja tíð sitandi samgonga, sum hevur ábyrgd av politikkinum, sum førast skal og fyri at finna semjur. Størsta politiska málið er uttan samanbering fiskivinnupolitiska kósin sum skal finnast og tað gerst ikki uttan eina breiða politiska semju.
Tá løgtingsval hevur verið hevur fólki tala hvør skal leiða landið í fýra ár og fólki valdi aftur hesuferðeina nýggja kós. Tey sum mannað andstøðuna í dag høvdu 8 ár at finna fram til eina semju um fiskivinnupolitikkin, men tað megnaðu tey ikki. Sitandi samgonga hevur gjørt eina roynd, sum tó tykist at verða farin av sporinum, vegna skeiva handfaring av sitandi landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hann hevur læst seg so fastan í einari alt umfatandi uppboðssølu, og hevur skapt stóran ótta og ótryggleika í vinnuni. Støðan er meira fastlæst nú enn áðrenn Høgni Hoydal tók við og áðrenn nýskipanarnevndin fór til verka.
Tað er ikki einans ein samgonga, sum er í vanda, men stórur vandi er fyri at løgtingið ikki longur er arbeiðs ført, tí polariseringin um fiskivinnupolitikkin er so ógvuslig. Tað eru tey sum vilja hava eina kollvelting av allari vinnuni og tey sum ikki vilja broyta nakað, sum eru frammi í miðlunum og sum veruliga seta politisku dagsskránna.
Tøgnin millum samgongufólk, tá Høgni Hoydal stóð fyri skotum, tá hoyrings skrivið hjá nýskipanarbólkinum, var til umrøðu í løgtinginum var talandi.
Hógligar og haldbarar politiskar loysnir mugu finnast tí status quo er ikki haldbart fyri vinnuna ella samfelagið.
Verður ikki semja um fiskivinnupolitisku kósina, kemur tað at fáa álvarsamar avleiðingar og øll verða taparar.
Fiskivinnupolitikkurin er ikki einans vinnupolitikkur, men ferð eisini at hava stóran týdning fyri Norðoyggjar og hini økini í landinum, sum eru uttanfyri miðstaðarøkið. Fiskivinnan er næstan bara uttanfyri høvuðsstaðin og tí er tað undrunarvert at hetta ikki er partur av politiska kjakinum. Meira vinnan skal gjalda til landskassan, minni verður til kommunu kassarnar kring landið. Hetta er bert eitt av mongum samfelagsligum atlitum at taka, men í løtuni eru bert tey sum hava ógvusligastu meiningarnar at hoyra, og tí er fiskivinnan við at spreingja alla politisku skipanina.
Í bókini hjá Poul Smidt um Viggo Kampmann verður m.a. skrivað soleiðis um læknastríðið: “95% var et tydeligt signal om, at myndighederne ikke forstod den lokalpolitiske understrøm, der drejede sig om forholdet mellem bygden Klaksvig, hvor fiskerne tjente pengene og ingenting bestemte, og bureaukraterne i Thorshavn, der brugte pengene og bestemte alt.”
Í einum demokratiskum samfelag eiga øll at hava ávirkan og tí eigur vinnan sjálvandi eisini at hava ávirkan á dagsins vinnupolitikk.




