Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Politiska skipanin ma taka eina avgerð 

John William Joensen

Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk sigur at Landsverk leingi hevur eftirlýst at ein avgerð bleiv tikin um hvussu stóru tunnilisverkætlanirnar í Føroyum skullu fíggjast. Landsverk hevur víst á nakrar gongdar leiðir, men enn er eingin avgerð tikin.

– Í løtuni eru tvær løgtingslógir, sum siga at undirsjóvartunnlarnir um Vestmannasund og Leirvíksfjørð skullu yvirtakast og umsitast av landinum. Men enn er eingin avgerð tikin um nær yvirtøkan skal gerast. 

– Samstundis hava allir politisku flokkar á Føroya Løgtingið samtykt løgtingslóg, at tá lánið til Sandoyar- og Eysturoyartunnilin er afturgoldið, skullu tunnlarnir yvirtakast av landinum.

– Landsverk hevur í fleiri ár roynt at vísa á, at verandi játtan til viðlíkahaldi av infrakervinum er ov lítil. Tí hevur Landsverk, eitt nú í ársfrágreiðingar og tíðindaskriv víst á hvussu nógv manglar í, og hvussu manglandi viðvíkahaldi kann fíggjast um tað ikki verður játtað á fíggjarlógini. Her hevur Landsverk m.a. víst á, at tann manglandi játtan til infrakervi kann koma frá bumgjøldum í undirsjóvartunnlum ella landstunnlum v.m.. 

–  Landsverk hevur í hesum sambandi kannað hvat verandi innkrevjingar skipanir, t.e. har partafeløgini Norðoya- og Vágatunnilin, krevja inn. Niðurstøðan er at verandi undirsjóvartunnlar kosta ov nógv at umsita.

– Verður hugt eftir hvat kostnaðurin er í dag, so vísa roknskapartølini at tað kostar í miðal 0,4 kr. at krevja 1 kr. inn til viðlíkahald. Landsverk hevur tí mælt til at ein onnur skipan verður vald.
 

–  Um tit hyggja í ársfrágreiðingina frá 2016, sum er at finna á heimasíðuna hjá LV, verður víst til fleiri møguleikar og útrokningar uppá hvussu manglandi játtanin kann fíggjast, sigur Ewald Kjølbro í stuttari viðmerking.