Sum skilst er politiska støðan í ABC samgonguni versnað síðan fólkaflokkurin hevði innanhýsis fund gjárakvøldið og hóttan um misálit hongur í luftini
Sum vit skilja hevur verið stórt politiskt samskiftið á óformellum støði út á náttina.
M.a. hava fólkaflokksmenn lodda dýpið fyri einum møguligum misálitsuppskotið á Johan Dahl í tinginum í dag.
Men fyrst fer samgongan á fund um málið og spurningurin er so um nakað kemur burtur úr hesum fundinum.
Men á fundinum verða eisini onnur mál umrødd og sum skilst eru partar av samgonguni sera misnøgdir við mátan sum Jacob Vestergaard hevur umsitið svartkjaftabýtið.
Tingfundur er í dag og einhvør tingmaður kann leggja eitt misálit fram við eini fráboðan – og so skal atkvøðast um tað beinan vegin. Men sum skilst verður tað neyvan fyrr enn út á seinrapartin.




