Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiskt orðaskifti um áseting av fiskidøgunum á R7 í dag

John William Joensen

Í sendingini hjá Norðlýsinum á R7 í dag, fara vit at viðgera ásetingina av fiskidøgum fyri fiskiárið 2016/2017. Í kjakinum luttaka Jákup Mikkelsen, fyrrverandi landstýrismaður í fiskivinnumálum, Jónleif Jóhannesen, tingbólka formaður í Javnaðarflokkinum og Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna og varðalimur í Fiskidaganevndini.

Sendingin byrjar kl. 13 og verður send beinleiðis á R7 og stroyma beinleiðis á nordlysid.fo.

Umframt fiskivinnuna, fara vit eisini at tosað við Archibald Black, um arbeiði við at endurreisa húsini hjá Nólsoyar Páll á Biskopstø. Harafturat kemur kendi KÍ leikarin, Atli Danielsen, at tosað um fótbólt nú vikuskifti stundar til.

Vertir í sendingini verða: Oliver Joensen, Helgi Abrahamsen og John William Joensen