Av tí at rúgvismikið tal av politiskum greinum plagar at koma til Norðlýsið upp undir býráðsval, hava vit avgjørt, at slíkt tilfar fer ókeypis undir “Lesarabrøv” á nordlysid.fo.
Vilja valevni hava aðra plasering á heimasíðuni, skal gjaldast fyri tað. Setið tykkum í samband við okkum um møguleikar og prísir, um áhugi er fyri tí.
Norðlýsið í hvørt hús í Norðoyggjum
Prentaða blaðið fer ókeypis í hvørt hús í Norðoyggjum hvønn mikudag. Norðlýsið tekur ikki pening fyri politiskar greinar í blaðið.
Vilja politiskir flokkar ella einstaklingar hava lýsingar í prentaða blaðið, so verður tað ímóti gjaldi. Tosið við okkum um møguleikarnar.
Prentaða blaðið er ein framúr lýsingarmiðil, við tað at blaðið liggur á borðinum í hvørjum húsi í Norðoyggjum hvønn mikudag og møguliga líka til næsta mikudag tá næsta blað kemur.
Politiskt tilfar til blaðið komandi mikudag skal vera okkum í hendi sum skjótast og seinast mánamorgunin kl. 10.00.
Lýsingar skula verða okkum í hendi seinast hósdag
Oliver Joensen, blaðstjóri




