Eftir at Norðlýsið hevur samskift við politisku flokksformennirnar um Fiskivinnupolitikkin – heittu vit á formennirnar um at skriva til okkum hvar flokkarnir standa á hesum økinum. Og tað er lítil ivi um at politiska skipanin hevur flutt seg burtur frá mest ekstremu sjónarmiðunum, men truplast tykist at verða hjá flokkunum at semjast um leiklutin hjá útlendingum, men finna flokkarnir semju um leiklutin hjá útlendingum í føroysku vinnuni, so fellur restin uppá pláss og vinnan kann koma víðari.

Higartil hava tríggir flokksformenn skrivað til okkara
LES HER:
Norðlýsið: Brennandi spurningurin er leikluturin hjá útlendingum
Framsókn
http://nordlysid.fo/endamalid+vid+einum+framtidar+fiskivinnupolitikki+ma+verda+at+tilfeingid.html
Sambandsflokkurin
http://nordlysid.fo/sambandsflokkurin+torvurin+a+nyskipan+av+fiskivinnuni.html
Sjálvstýrisflokkurin
Hóast almennu útsagnirnar tykjast at standa langt frá hvør aðrari so hava flestuformennirnir í samtalu viðgingið at teir trúgva ikki uppá eina uppboðsølu av fiskiloyvum um ikki atgongd verður til útlendskan kapital og fígging. Fólkaflokkurin sum hevur hildið fast í verandi skipan hevur í verandi samgongu gingið við til og sett í verk gjald fyri at fiskað.
Í útrokningum frá búskaparráðnum sæst at tekur løgtingið inn tilfeingisrentuna frá vinnuni merkist tað beinleiðis á lønar útgjaldingunum hjá manningunum og kapitalvinningi hjá reiðarríðnum. Harafturat er tað ein sannroynd at tilfeingisrentan verður bert kravd frá vinnu sum heldur til uttanfyri miðstaðarøkið og tí verður tað í serliga stóran mun vinnulívið, manningar og kommunukassar í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðuroynni sum koma at rinda ”tilfeingisrentu”. Tí er tað løgið at politiska skipanin ikki samstundis tosar um útjavning. Tilfeingisgjaldi sum í dag verður rinda sum gjald pr. kg. av makrel og sild verður 85% rinda av fyritøkum í Norðoyggjum og Eysturoy, meðan fyritøkur í miðstaðarøkinum rinda 0 kr.