Hóast politikarar hava kleyva omaná hvørjum ørðum við føgrum lyftum, boðar strandferðslan í morgun frá at Alfa Pilot skal verða “stand-by” hjá Súluni í vetrarsiglingina til Svínoy og Fugloy
Tíðindaskriv frá Strandferðsluni:
25. septembur skriva Strandferðslan og Sp/f Komet sáttmála um leigu av Alfa Pilot. Alfa Pilot skal verða á "stand-by", t.v.s. at Alfa Pilot skal sigla við ferðafólki millum Hvannasund-Svínoy-Kirkju og Hattarvík, tá ið tørvur er á tí.
—–
So mong eru orðini á heimasíðuni hjá SSL í morgun og merkir hetta at tuflan – sum SSL kallar Súluna – skal verða álitið í vetrarsiglingini uppá Fugloy og Svínoy.
Enn einaferð eru norðoyingar svíktir av politisku skipanini.




