Nú klokkan 18.00 hava 40 veljarar fleiri enn í 2004 sagt sína meining. Tó skal takast við, at fleiri enn 100 brævatkvøður eru færri hesaferð.
Tó skulu politikararnir vænta at fáa at vita frá borgarunum hvat teir halda. Sum sær út í løtuni, so verður valluttøkan á leið tann sama sum í 2004, tá valluttøkan var 85%. Hesaferð hava 3527 Klaksvíkingar og fólk í bygdunum sum hava lagt saman við Klaksvík, valrætt og alt ber á tað borðið, at valluttøkan verður størri enn flestu høvdu væntað.




