Um 20.30 tíðina í kvøld loysti Martin Gregersen ringin við Polli í og byrjaði at sleipa hann út aftur á Pollin.
Rættiliga fitt av fólkið hevur verið á Stangabrúnni og hugt eftir springaranum á sjómannadøgunum. Sunnudagin og mánadagin vórðu tað eisini fleiri, sum leitaðu sær oman at hyggja eftir honum. Tá Martin við alibátinum, Laksinum, byrjaði at føra Poll út aftur á Kunoyarnes í kvøld, vóru eisini fleiri fólk niðri á bryggjuni og hugdu.
Samanumtikið má sigast, at vitjanin, sum Klaksvíkin og Føroya Sjómannadagur hevur haft av Polli, hevur verið sera áhugaverd og forkunnug.
Í morgin koma menn frá fiskirannsóknarstovuni norður og merkja Poll, áðrenn hann verður sleptur.




