Í tíðindaskrivi ídag, frá Pomek verður sagt, at Jørgin Ellingsgaard er farin úr felagnum og at Jógvan Eliasen, Frithleif Olsen og Geir Eliassen nú eru ánarar av Pomek.
Tíðindaskriv frá Pomek
Um Pomek
Pomek er meiri enn 30 ára gomul famijufyritøka í Klaksvík, stovnsett av Petur Ova Ellingsgaard. Fyritøkan rekur eitt framkomið verkstað, ið framleiðir og umvælir innan mekanik, hydraulik og pneumatik. Pomek hevur harumframt lagt seg eftir at tekna og framleiða konstruksjonir úr svørtum stáli, rustføstum stáli og úr aluminium. Harumframt hevur Pomek beinleiðis siglingarrenn inn í smiðjubygningin, har smærri bátar verða lyftir upp til viðgerðar og umvælingar.
Nýggjur stjóri í 2012
Í februar í 2012 keypti Frithleif Olsen 2/3 av partabrøvinum í familjufyritøkuni Pomek. Samstundis tók hann við stjórastarvinum, og hevur stjónað fyritøkuni síðani. Hóast allir synirnir hjá Petur Ova Ellingsgaard framhaldandi áttu í Pomek, so var tað bert Jørgin Ellingsgaard, ið hevði sítt dagliga yrki sum verkførari í Pomek. Afturat Ellingsgaard brøðrunum var, og er, Geir Eliassen, verkførari, framvegis partaeigari.
Jørgin valt at gevast
Í marts mánaða í ár avgjørdi Jørgin, at hann ætlaði sær at gevast í fyritøkuni, og ynski at selja síni partabrøv. Samstundis hava hinir brøðurnir tikið somu avgerð, og hava selt síni partabrøv.
Jógvan Eliasen settur í starv
Fyri at styrkja um innkeyps- og sølupartin hjá Pomek, og sum liður í at menna nýggjar virkismøguleikar hjá fyritøkuni,hevur felagið sett Jógvan Eliasen í starv. Jógvan Eliasen hevur seinatu tvey árini verið í starvið sum sølu- & marknaðarleiðari hjá MEST og Pam Offshore Service, og áðrenn tað arbeiddi hann sum innkeypari og sølumaður á Skipasmiðjuni á Skála í 4 ár. Jógvan var m.a. við til at samskipa alt innkeyp og veitingar ísambandi við at Thor bygdi tvey frálandaskip á Skála – Thor Alpha og Thor Omega. Jógvan segði seg úr starvi hjá MEST fyri einum hálvum ári síðani.
Jógvan keypir seg inn í PomekSum liður í nýggja starvinum hjá Pomek hevur felagið avgjørt at lata Jógvan Eliasen keypa seg inn í felagið, so framtíðar eigarar av Pomek eru Frithleif Olsen, Geir Eliassen og Jógvan Eliasen. Pomek, ið tók stásiligan virkisbygning í nýtslu í 2008, hevði avlop á rakstrinum fyri 2012, og í løtuni hevur felagið 16 fólk í starvi.
Pomek nýggja heimasíðu
Sum lið í nýggju marknaðarføringini av Pomek leysletur Pomek nýggja heimasíðu: www.pomek.fo í morgin, sama dag sum North Atlantic Fish Fair 2013 letur upp.




