Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Poppdiddur til Klaksvíkar

(Erik Biskopstø)

Genturbólkurin Faroe 5, sum liggur nr 1 á 15 teimum bestu, fer at spæla á Summar Festivalinum. Tann eina gentan, Asta Højgaard, er úr Klaksvík.

Føroyingar hava havt møguleikan at fylgja við, meðan nýggjur gentubólkur í ár varð settur saman. Upptøkuroyndir vóru til gentubólkin fyrr í ár, og nógvar evnaríkar føroyskar gentur hildu seg fram at. Fimm gentur vórðu valdar burtur úr rúgvuni, og tær gjørdust til bólkin Faroe 5.

Fyrsta tónleikaliga útspælið frá Faroe 5 hevur givið bólkinum gjøgnumbrotið, sum tað næstan ikki slapst undan, tá ið hugsað verður um, hvørjir mennirnar eru, ið stílað fyri. Kári Jacobsen og Eyðfinn Jensen hava áður arbeitt saman um tónleik, og tað hevur riggað stak væl.

Tað gjørdi tað eisini hesaferð, og sangurin Bara 1 spæl er blivin eitt søtt summarhitt í Føroyum.
Tær fimm poppdiddurnar hava havt onkra einstaka framførslu higartil, men á Summar Festivalinum fáa tær veruliga møguleikan at spæla fyri einari stórari áhoyrarafjøld, nú fólk eisini kenna teirra tónleik.
Tær fimm í Faroe 5 eru Jónvá Ellingsgaard, Lillian Dalsgaard, Asta Højgaard, Ragnhild Dam og Vígdis Fjallstein.