Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pør flyta frá hvørjum øðrum fyri at fáa meira pening

Danial Viðoy

Danmark: Kontanthjálp-reformurin fær fleiri og fleiri pør at flyta frá hvørjum øðrum. Kravið um, at ein lønmóttakari skal forsyrgja sínum maka, um hann ella hon er upp á kontanthjálp, hevur ført við sær, at annar makin er fluttur. Hetta er ørkymlandi fyri børnini, skriva Jyllands Posturin og Information.

Danmark: Kontanthjálp-reformurin fær fleiri og fleiri pør at flyta frá hvørjum øðrum. Kravið um, at ein lønmóttakari skal forsyrgja sínum maka, um hann ella hon er upp á kontanthjálp, hevur ført við sær, at annar makin er fluttur. Hetta er ørkymlandi fyri børnini, skriva Jyllands Posturin og Information.

Síðani reformurin kom í gildið fyri góðum hálvum ári síðani, hava donsku kommunurnar merkt og sæð, at nógv pør eru flutt frá hvørjum øðrum.

Pørini flyta frá hvørjum øðrum (á pappírinum) fyri at sleppa undan, at tann, sum fær kontanthjálp, ikki verður skorin niður í stuðli.

Reformurin av kontanthjálpini gongur út uppá, at um makin vinnur á leið 25.000 kr. um mánaðin, verður kontanthjálpin skorin niður í eina helvt í ár og komandi ár niður í einki. – Men hevur parið børn, er markið á leið 32.000 krónur. – Í stuttum, at tann eini eigur at kunna at forsyrgja hinum makanum.

”Dansk Socialrådgiverforening” heitir í hesum sambandi á politikkararnar um at strika hesa lógina og innføra tað gamla aftur, tá ið eingi slík krøv vóru.

Formaðurin í felagnum, Mads Blistrup harmast støðuna:

– Tað er sera harmiligt, at lógin hevur ført til hesa menningina. Tí hetta rakar nógv børn. Politikarar eiga at strika lógina, ella í minsta lagi tryggja eina juridiska javnstøðu millum gift og ógift pør.

Hann sipar til, at ógift, sum búgva saman, ikki hava somu skattaligu fyrimunir sum gift pør.

Núverandi reformur er viðtikin av øllum flokkunum, uttan Enhedslistanum. – Reformurin verður ikki broyttur, sigur sosialorðførarin Pernille Rosenkrantz-Theil:

– Gift pør hava livað við kravinum um at forsyrgja hvør øðrum í áratíggju, og nú skulu ógift pør gera tað sama, sigur hon avgjørd á málinum.